Varðveiting í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna er eyðkend av samansettari, fjølbroyttari og í stóran mun atkomuligari náttúru, livandi bústaðarøkjum og virðismiklari siðsøgu. Visjónin hjá kommununi er, at kommunan framhaldandi skal vera ein dámlig kommuna at búgva og virka í.

Kommunan ynskir, at varðveitingarverdir bygningar og býarpartar skulu tryggjast í framtíðarætlanum. Somuleiðis skulu virðismikil mentanarumhvørvi og onnur týðandi siðsøga eisini tryggjast.



Varðveiting í Tórshavn
Endamál

Endamálini við varðveiting í kommununi eru sett út í kortið í kommunuætlanini. Endamálini eru:

  • At varðveita fysiska mentanarliga umhvørvið við at tryggja, at bygningar við høgum varðveitingarvirði ikki verða rivnir niður og einans umbygdir soleiðis, at tey berandi virðini varðveitast
  • At bygningar og mentanarlig umhvørvi varðveitast frá smálutum til heild
  • At bera fram teir varðveitingarverdu bygningar og mentanarligu umhvørvi á ein áhugaverdan og viðkomandi hátt gjøgnum býarskipanina
  • At nýggjar verkætlanir og umvælingar taka støði í nærumhvørvinum og verða gjørdar eftir landslagnum, sum tær skulu gerast partur av
  • At mentanarligu umhvørvini og samlaði søguligi mentanararvurin gerast týðandi amboð fyri býarskipanina í kommununi, fyri málsviðgerðir og fyri frágreiðing um serligu søguna og fysisku virðini á staðnum

Arbeiðið at tryggja varðveitingarverdu umhvørvini og bygningarnar í kommununi er millum annað skjalfest í Tórshavnar býaratlasi. Í býaratlasinum eru bæði størri heildir í býnum, býarpartar og smærri øki skrásett. Eisini eru mettu varðveitingarvirðini skrásett fyri allar bygningar, ið eru bygdir áðrenn 1958.

Atlasið er ein skipað roynd at verja og varðveita byggilistarligu og siðsøguligu virðini í kommununi. Hesi eru framvegis verd at verja, og tí hevur kommunan eisini sum endamál at dagføra býaratlasið og menna tað sum eitt amboð í okkara varðveitingararbeiði.

Eigur tú ein varðveitingarverdan bygning?

Niðanfyri kanst tú kanna, um tú eigur ella býrt í einum varðveitingarverdum bygningi. Skrivar tú bústaðin í leititeigin, sært tú, um bygningurin hevur fingið ásett eitt varðveitingarvirði.

Gev gætur, at kemur einki úrslit fram, hevur tín bygningur ikki hevur fingið ásett eitt varðveitingarvirði enn.

Á síðu okkara niðanfyri um varðveitingarverd hús og býarumhvørvi kanst tú kunna teg um, hvat tað hevur at siga fyri teg, um tú eigur eini varðveitingarverd hús.

Varðveitingarverd hús og býarumhvørvi

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15