Kommunan hevur ábyrgdina av allari býar- og lendisskipan í Tórshavnar kommunu. Fyri at býarmenningin kann fara fram á tryggan hátt, nýtir kommunan almennu og serstøku byggisamtyktirnar til at ansa eftir lendinum í kommununi.
Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvussu tað gongur fyri seg, tá ein nýggj byggisamtykt skal gerast, og tá ein verandi byggisamtykt skal broytast. Tú kanst eisini leita fram almennu og møguligu serstøku byggisamtyktina, sum er galdandi á tínum stykki.
Leita tú eftir einum yvirliti yvir allar byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu, sært tú tað her:
Almenna byggisamtyktin og serstakar byggisamtyktir
Finn tína byggisamtykt
Her kanst tú leita fram serstøku byggisamtyktina, sum er galdandi á tínum stykki. Skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin.
Er eingin serstøk byggisamtykt galdandi í tínum øki, skalt tú leita tær kunning í almennu byggisamtyktini. Hana finnur tú við at skriva bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.
Tú finnur eitt yvirlit yvir allar byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu her:
Hvat er ein almenn byggisamtykt og ein serstøk byggisamtykt?
Tórshavnar kommuna nýtir almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktirnar til at gera neyvari ásetingar um bygging í allari kommununi og ásetingar fyri fríøki. Ein byggisamtykt greiðir sostatt frá, hvørjar reglurnar eru fyri til dømis bygging, innrætting og nýtslu í einum ávísum øki.
Løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir ásetir øllum kommunum í landinum at hava byggisamtyktir fyri lendið í kommununi. Tórshavnar kommuna fekk í 1972 fyrstu almennu byggisamtyktina, sum síðan er endurskoðað í fleiri umførum – seinast í 2020/21.
Tá ein byggisamtykt skal gerast ella broytast fyri eitt øki, setir kommunan eina tilgongd í verk. Tilgongdin kann býtast sundur í fleiri partar, sum saman geva eitt yvirlit yvir viðgerðargongdina.
Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir øll liðini í viðgerðini frá ætlan til endaliga byggisamtykt.
Fleiri viðurskifti kunnu ávirka tilgongdina og tíðarkarmin fyri viðgerð. Tað kann til dømis vera loyvir og friðingar. Tað er tí ymiskt, hvussu leingi vit eru um at gera ella broyta eina byggisamtykt, bæði tá talan er um ta almennu byggisamtyktina og tær serstøku byggisamtyktirnar. Vegleiðandi tíðarkarmurin er 6-12 mánaðir.
Les meira um mannagongdirnar og skyldurnar í løgtingslógini um býarskipanir og byggisamtyktir.
Kommunan fær ein fyrispurning ella eina umsókn og viðger umsóknina sambært galdandi reglum og í mun til galdandi ætlanir v.m. Síðan tekur kommunan støðu til, um byggisamtyktin skal gerast ella broytast.
Tilfar verður savnað
Ger kommunan av, at ein byggisamtykt skal gerast ella broytast, fer kommunan undir at savna saman tilfar um ætlanina, soleiðis at eitt uppskot kann gerast.
Uppskotið til byggisamtykt verður gjørt
Kommunala umsitingin ger eitt uppskot til byggisamtykt. Uppskotið verður viðgjørt innanhýsis á viðkomandi deildum í kommununi.
Uppskotið fer til politiska viðgerð
Uppskotið fer til politiska viðgerð:
í byggi- og býarskipanarnevndini
í øðrum nevndum
í býráðnum
hjá viðkomandi myndugleikum
Almenn hoyring
Uppskotið verður lagt fram til alment eftirlits á einum atkomuligum staði fyri borgarar, og kommunan kunnar almenningin um, at byggisamtyktin er løgd fram til alment eftirlit. Uppskotið liggur frammi í seks vikur.
Almenningurin hevur seks vikur til at lata kommununi broytingaruppskot ella mótmæli.
Kommunan tekur støðu til broytingaruppskot
Kommunan tekur støðu til møgulig broytingaruppskot og mótmæli.
Viðgerð í Landsstýrinum
Tá uppskotið hevur verið til hoyringar, og kommunan hevur viðgjørt broytingaruppskotini, sendir kommunan uppskotið til Føroya Landsstýri.
Endalig góðkenning
Landsstýrið viðger málið og letur kommununi sína avgerð.