Søk grannalagnum jólatræ frá kommununi

Her kanst tú søkja um jólatræ til títt grannalag. Tú fært eina kvittan fyri móttøku, tá ið tú hevur søkt. Vit senda kvittanina til teldupostadressuna, tú upplýsir niðanfyri.

Freistin at bíleggja grannalagnum jólatræ er 19. november 2024. Verður umsóknin játtað, kanst tú avheinta tykkara jólatræ á kampingplássinum í Havn. Træfótur verður settur út á ynsktu staðsetingina, tá ið tú hevur bílagt træið.

Gev gætur, at tað áliggur eigarafelagnum og grannalagnum at: 

  • Heinta jólatræið á kampingplássinum í Havn
  • Tryggja, at træið verður sett upp á almennari ogn ella á ogn hjá eigarafelagnum. Er talan um aðra staðseting, skalt tú viðfesta váttan frá eigaranum í umsóknini niðanfyri
  • Festa træið soleiðis, at tað heldur til føroyska veðurlagið
  • Ljósseta ella pynta træið
  • Taka træið niður og beina tað burtur

Tú fært boð frá kommununi, tá ið træið er klárt at heinta. Boðini verða send til teldupostadressuna, tú upplýsir niðanfyri.

 

Samtykki til viðgerð og varðveitslu av dátum
Títt samtykki er neyðugt fyri at vit kunnu avgreiða tína umsókn.
Upplýsingar um umsøkjara
Skriva bústaðin hjá tí, sum søkir
Skriva teldupostadressuna hjá tí, sum stendur fyri umbønini
Staðseting og træstødd
Her kanst tú viðfesta mynd av staðnum (jpg, jpeg, png, pdf)
Her kanst tú skriva eina lýsing av staðnum, til dømis: »Á asfaltblettinum millum bonkin og fótbóltsvøllin í Maritugøtu«
Her kanst tú skriva, hvat fyri træstødd tit ynskja
Ætla tit at seta træið upp á ogn, sum hvørki eigarafelagið ella tað almenna eigur, mást tú viðfesta váttan frá eigaranum av ognini, har tit ætla at seta træið. Vit taka bara ímóti pdf-fílum.