Oljutangi – soleiðis gert tú

Hevur tú ein gamlan oljutanga, sum er millum 20 og 50 ár, skalt tú vera greið yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn. Hendir hetta, kann tað gerast kostnaðarmikið.

Oljutangin skal tí takast úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at bæði tú og kommunan sleppa undan einari kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding. Ivast tú í framleiðsluárinum, eigur tú at fáa ein serfrøðing at kanna tangan og rørleiðingarnar. Um oljunýtslan hækkar munandi, skal kommunan fráboðast og orsøkin finnast.

Tú kanst lesa meira um lógarreglurnar í kunngerðini um fyribyrging av dálking frá oljutangum, sum tú finnur niðanfyri. Harafturat skalt tú fylgja føstum mannagongdum, tá tú tekur tín gamla oljutanga úr nýtslu.

Tú tilmeldar ella frámeldar tín oljutanga við at senda teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Ætlar tú tær at keypa nýggjan oljutanga ella oljufýring, skalt tú minnast til, at hetta ber bara til, um tín ogn ikki er fevnd av eini íbindingarskyldu til fjarhita. Tú kanst kanna, um tú býrt á einum matrikkli við íbindingarskyldu til fjarhita við at skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri.

Hevur tú ikki møguleika fyri at fáa fjarhita, mæla vit til, at tú fært tær eina aðra grøna orkuloysn. Ivast tú í, hvør orkuloysn hóskar best til tíni hús, kanst tú seta teg í samband við Orkuskiftið á Umhvørvisstovuni, sum er ráðgevandi myndugleikin í føroyskum orkuviðurskiftum. Ring á tel. 34 24 00, vitja heimasíðuna www.os.fo ella send ein teldupost til us@us.fo.

Løgtingslógarkunngerðin um fyribyrging av dálking frá oljutangum (logir.fo)

Soleiðis fært tú tær jarðhita

Soleiðis fært tú tær hitapumpu



Tá tú tekur oljutangan úr nýtslu
Soleiðis burturbeinir tú ein niðurgrivnan oljutanga

Vilt tú burturbeina ein niðurgrivnan oljutanga, skal tangin tømast og gravast upp. Vanliga er tað ein VHS-fyritøka ella ein byggifyritøka, sum tekur sær av arbeiðinum.

Sum eigari skalt tú boða kommununi og veitaranum av orkuloysnini frá seinasta lagi 14 dagar áðrenn, tú tekur tangan fyribils ella endaliga úr nýtslu.

Eru tekin um leka ella oljudálking, skal tú boða kommununi frá. Kommunan skal somuleiðis sýna økið, áðrenn tú tippir holið aftur og beinir tangan burtur.

Í serligum førum ber til at søkja kommununa um undantaksloyvi til at lata tangan liggja undir jørð. Fært tú loyvi, skalt tú avrigga tangan. Tað vil siga, at tú ella til dømis IRF skulu botnsúgva tangan, tippa hann og byrgja væl fyri. Vit loyva bara undantøkum, um vit meta tað vera umhvørvisliga ráðiligt og rímiligt.

Vilt tú søkja um undantaksloyvi, skalt tú útfylla umsóknarblaðið um undantaksloyvi niðanfyri og senda tað í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja "Undantaksloyvi til oljutanga" í evnisteigin.

Skal tangin hinvegin gravast upp og beinast burtur, skalt tú boða kommununi frá 14 dagar áðrenn, tú fyllir mold í aftur og beinir tangan burtur.

Umsókn um undantak frá at taka oljutanga upp

TÁ OLJUTANGIN SKAL GRAVAST UPP

  • Hevur tú illgruna um oljuleka ella oljudálking, skal tú boða kommununi frá, so kommunan kann sýna tangan og útgrevsturin, áðrenn tú tippir holið aftur og beinir tangan burtur. Send ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ring á tel. 30 20 10
  • Tú frámeldar tangan við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ringja á tel. 30 20 10
  • Gev gætur at kanna við tínum tryggingarfelagi, hvørt tryggingin tekur við, um dálking vísir seg undir uppgrevstrinum
  • Minst til at olja og vatn, sum inniheldur olju, skal ongantíð leiðast út í vegristir ella spillvatnsfrárensl, men skal latast brennistøðini á Hjalla ella IRF

UM OLJUTANGIN IKKI VERÐUR GRIVIN UPP

  • Fyri at fáa loyvi til at avrigga tangan í staðin fyri at grava hann upp og beina hann burtur, skalt tú senda kommununi eina umsókn um undantaksloyvi. Í umsóknarskjalinum skal vera frágreiðing og grundgeving fyri, hví tú skalt fáa eitt undantaksloyvi. Tú skalt eisini upplýsa slag av oljutanga og annað
  • Fært tú undantaksloyvi, skulu tangi og rørleiðing tømast, og tangin skal botnsúgvast, soleiðis at oljuleivdir ikki eru í tanganum
  • Kommunan skal sýna tangan, áðrenn proppur verður settur fyri. Vit kunnu í fyrsta lagi sýna tangan 24 tímar eftir, at tangin er botnreinsaður
  • Tá vit hava sýnað tangan, skalt tú fylla tangan við sandi
  • Áfyllingartúturin á tanganum skal proppast við einari endamuffu undir jørð og áfyllingarstaðið takast burtur
  • Minst til at olja og vatn, sum inniheldur olju, skal ongantíð leiðast út í vegristir ella spillvatnsfrárensl, men skal latast brennistøðini á Hjalla ella IRF
  • Tú skalt frámelda tangan við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Frámeldingin skal annaðhvørt undirskrivast av grundeigaranum ella av viðkomandi, sum hevur ábyrgdina fyri avbyrgingini av tanganum
Soleiðis burturbeinir tú ein oljutanga yvir jørð

Ætlar tú tær at taka ein oljutanga úr nýtslu, sum stendur í tínum húsum ella uttan fyri tíni hús, skal tangin frámeldast og burturbeinast. Vanliga er tað ein VHS-fyritøka ella byggifyritøka, sum tekur sær av arbeiðinum.

TÁ TÚ BEINIR TANGAN BURTUR

  • Tú skalt boða kommununi frá 14 dagar áðrenn. Tað gert tú við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Frámeldingin skal undirskrivast av grundeigaranum ella av viðkomandi, sum hevur ábyrgdina av niðurtøkuni
  • Tangin skal tømast og reinsast, áðrenn tú beinir hann burtur
  • IRF kann botnsúgva tangan móti gjaldi
  • Minst til at olja og vatn, sum inniheldur olju, skal ongantíð leiðast út í vegristir ella spillvatnsfrárensl, men skal latast brennistøðini á Hjalla ella IRF
  • Tangin skal latast inn á jarnplássinum á brennistøðini á Hjalla
Skalt tú hava nýggjan oljutanga?
Kanna tínar møguleikar

Tú kanst bara seta nýggja oljufýring upp, um tú býrt í einum øki uttan skyldu til at knýta uppí fjarhitaskipanina.

Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin á kortinum niðanfyri fyri at síggja møguleikarnar í tínum øki. Er økið blátt, er tín grund er fevnd av íbindingarskyldu til fjarhita. Er økið reytt, er tín matrikkul fevndur av bæði íbindingarskyldu og nýtsluskyldu.

Í summum førum er krav, at tú fært góðkenning frá Tórshavnar kommunu, áðrenn tú setur oljutangan upp. Tangin skal tískil altíð meldast til í seinasta lagi tvær vikur, áðrenn tú setur hann upp. Tú meldar tangan til við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Áðrenn tú setur tangan upp

Áðrenn tú setur nýggja oljutangan upp, skalt tú minnast til:

FYRI UTTANDURA TANGAR YVIR JØRÐ

  • Tangar skulu altíð fráboðast og góðkennast av kommununi
  • Allir uttandura tangar skulu vera sniðgóðkendir til uttandura brúk
  • Allir tangar uttandura skulu standa í minsta lagi 2,5 metrar frá marki
  • Serlig krøv eru til uppseting av uttandura tangum yvir jørð. Tú kanst lesa meira um hesi krøvini í faldaranum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um uppseting av oljutangum

Vegleiðing til uppseting av oljutangum 

FYRI TANGAR INNANDURA

  • Tangar, sum eru sniðgóðkendir til innandura nýtslu, skulu bara setast upp inni
  • Serlig krøv eru til brunatrygdina. Spyr tín veitara um vegleiðing, og kunna teg nærri í vegleiðingini hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um uppsetan av oljutangum
  • Frástøðan millum tanga og heitar lutir, tól, oljufýring, skorstein, roykrør og tílíkt skal í minsta lagi vera 50 cm.

Vegleiðing til uppseting av oljutangum 

FYRI UTTANDURA TANGAR AT LEGGJA Í JØRÐ

  • Tú skalt boða kommununi frá 14 dagar, áðrenn tangin verður tyrvdur
  • Jørðtangar skulu vera sniðgóðkendir til at grava niður. Góðkendir tangar lúka serlig krøv um byggihátt, styrki og verju móti tæring
  • Minst til, at oljutangin skal takast uppaftur nøkur ár seinni, tá hann ikki skal brúkast longur. Legg ikki tún, asfalt, flísar, garð og annað omaná
  • Ansa eftir, at kloakkrør, káplar ella leiðingar kunnu vera í jørðini
  • Byggideildin í Tórshavnar kommunu kann hjálpa tær við at leita fram kloakktekningar og annað. Ring á tel. 30 20 10 ella send ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Skriva "Umbøn um tekningar í samband við oljutanga" í evnisteigin á teldupostinum og minst til at viðmerkja títt navn, telefonnummar og matrikkulnummar

Tá nýggi oljutangin er settur upp, skalt tú senda avrit av tangaváttanini til kommununa. Váttanin skal leggjast við tilmeldingarskjalinum. Váttanin frá veitaranum av tanganum er týdningarmikil, tí hon skjalprógvar slagið av tanga og aldurin á tanganum.

Allir oljutangar skulu harumframt hava merki ella spjaldur, sum vísa framleiðsluár og tangastødd.

Vegleiðing til uppseting av oljutangum

Haldføri á oljutangum

Livitíðin hjá einum oljutanga er tengd at framleiðsluárinum. Tangaváttanin skjalprógvar aldurin og livitíðina hjá tínum tanga, og tí skalt tú minnast til at fáa váttanina útflýggjaða frá tangaveitaranum.

Í talvuni niðanfyri sært tú livitíðina fyri ymsu tangasløgini.

Oljutangar hava vanliga eina livitíð á 20-40 ár; alt eftir slagi. Verður ein niðurgrivin tangi tikin úr nýtslu, skal hann tømast, gravast upp og burturbeinast. Oljutangar yvir jørð skulu tømast og latast inn á jarnplássinum á brennistøðini á Hjalla.

Ivast tú í, um tú hevur skjalprógv fyri tangaslagið og framleiðsluárið á tínum tanga, kanst tú spyrja oljufýrsteknikaran um hetta.

Sum grundeigari hevur tú fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur, og at hann ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.

Kanna um tú hevur eina trygging, sum fevnir um dálkingarskaða frá egnum oljutanga.

Les meira um mannagongdir og krøv til oljutangar í okkara kunningar- og vegleiðingartilfari niðanfyri.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til kommununa. Ring til Snarskivuna tel. 30 20 10 ella send okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Filmur um oljutangar og oljulekar

Hvussu sleppur tú undan oljuleka og umhvørvisdálking?

Vegleiðing til uppseting av oljutangum 

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15