Søk kommunala sosiala íbúð

Kommunan ræður yvir 30 sosialar íbúðir. Íbúðirnar eru í fyrsta lagi ætlaðar borgarum við serligum sosialum tørvi. Dømi um hetta eru stakir uppihaldarar og borgarar, sum hava trupult við at útvega sær bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum.

Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks. 

Søk um kommunala sosiala íbúð á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Fá tær Samleikan



Um at søkja kommunala sosiala íbúð
Soleiðis søkir tú

Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja á Vanganum.  

Søk um kommunala sosiala íbúð á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at rita inn á Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Fá tær Samleikan

Hvør viðger mína umsókn?

Sosiala nevnd í Tórshavnar kommunu metir um tørvin hjá umsøkjarunum og tekur avgerð um, hvør fær bjóðað íbúð.

Hevur tú spurningar?

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Sosialu deild í Tórshavnar kommunu. Sambandsupplýsingarnar finnur tú niðast á hesari síðuni.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um kommunala sosiala íbúð« í evnisteigin.

Søk um kommunala sosiala íbúð

Sosiala deild
Sosiala deild

Vaglið 1, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 60 (kl. 9-15)

Tel. 21 60 12 (kl. 15-9)

Upplatingartíðir
Mánadag - fríggjadag9-15