Vill djór og skaðadjór

Tórshavnar kommuna leggur nógva orku í at týna rottu. Sært tú hinvegin eitt djór, sum er vorðið sjúkt ella komið í neyð, skalt tú venda tær til løgregluna ella Djóraverndarfelagið.  

Løgreglan í Havn

Tel. 35 14 48
politi@politi.fo


Djóraverndarfelagið

Tel. 50 45 33
Djóraverndarfelagið (Facebook)



Skaðadjór
Vespubýli

Tú kanst boða frá vespubýli her:

boða frá vespubýli

Les meira um týning av vespum

Rottur
Dreparasniglar

Tórshavnar kommuna hevur onga týningarskipan til dreparasniglar. Tí noyðist tú sjálv at beina fyri sniglunum, sum kunnu gera stóran skaða á urtagarðar.

Besti fyribeiningarhátturin er at savna sniglarnar upp í eina spann og stoyta kókandi vatn oman yvir teir. Tá sniglarnir eru deyðir, leggur tú teir í ein krók í urtagarðinum. Dreparasnigilin er kannibalur, og deyðu sniglarnir fáa hinar at savnast. Morgunin eftir savnar tú aftur sniglarnar saman og stoytir vatn oman yvir teir.

Ver í handskum, tá tú savnar sniglarnar. Slímið er seigt og kann vera trupult at vaska av aftur.

Vill djór
Villfuglur

Kemur tú fram á ein skaddan fugl, skalt tú kanna, hvar hann er skaddur. Er vongurin brotin, er best at finna onkran, sum dugir at kippa fuglin. Ein brotin vongur lekist sjáldan, og ofta koma fuglarnar ikki á flog aftur.

Hevur fuglurin brotið eitt bein ella tílíkt, ber ofta til at bjarga honum. Tú kanst tá ringja ella senda boð til Djóraverndarfelagið.

Er fuglurin veikur, men heilur, kann ofta vera nóg mikið at taka hann inn eina løtu. Gev honum vatn og breyð, korn ella kjøt og síðan frið eina løtu. Um hann ikki batnar, ella tú ikki hevur møguleika at taka fuglin inn, kanst tú ringja til Djóraverndarfelagið ella senda felagnum eini boð umvegis Facebook.

Finnur tú ein unga, sum er dottin úr reiðrinum, er best at fáa hann í reiðrið aftur.


Djóraverndarfelagið

Tel. 50 45 33

Djóraverndarfelagið (Facebook)

Havdjór - kópar, hvalir og tílíkt

Kemur tú fram á eitt størri havdjór í neyð, til dømis kóp ella hval, skalt tú boða løgregluni frá. Løgreglan vendir sær síðan til rætta myndugleika.


Løgreglan í Havn

Tel. 35 14 48
politi@politi.fo

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15