Eg vil taka niður ella umvæla og bjálva
Ætlar tú at taka bygningar niður ella umvæla tína ogn, eru nøkur viðurskifti, sum tú skalt hava í huga.
Søk um loyvi til at taka bygning niður á Vanganum
Søk um loyvi til at taka bygning niður
Sum útgangsstøði er loyvt at taka niður bygging, sum er minni enn 50 fermetrar. Hetta er kortini treytað av, at tú fylgir vegleiðingini hjá Tórshavnar kommunu um niðurtøku av bygningum.
Aftur at hesum skalt tú fylgja reglunum fyri skiljing av byggiburturkasti og boða móttøkustaðnum frá tríggjar dagar frammanundan.
Ætlar tú tær at taka niður hús, størri bilhús, bilskýli ella tílíkar bygningar, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi.
Søk um loyvi til at taka bygning niður
Aftur at hesum skalt tú fylgja reglunum fyri skiljing av burturkasti og minnast til at boða móttøkustaðnum frá tríggjar dagar frammanundan.
Tú kanst umvæla og bjálva tín bygning uttan loyvi frá Tórshavnar kommunu. Hetta er kortini treytað av, at arbeiðið fer fram í samsvari við ásetingarnar í Bygningskunngerðini, almennu og serstøku byggisamtyktunum, tinglisnu byrðunum og øðrum.
Er talan um ein varðveitingarverdan bygning, eigur tú at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina fyri at fáa nærri kunning um, hvussu tú skalt bera teg at. Tú kanst kanna, um tín bygningur er friðaður ella varðveitingarverdur við at skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.
Bygningskunngerðin (landsverk.fo)