Eg vil byggja hús ella íbúð um

Ætlar tú tær at byggja húsini um, mást tú hava fleiri viðurskifti í huga, tí tey kunnu hava týdning fyri, hvussu tú skalt bera teg at. Í sambandi við umbygging skal tú vera greið yvir, at ein umbygging ikki økir um víddina á ymsu hæddunum. Økir tú um víddina, er talan um eina afturatbygging, sum krevur byggiloyvi. Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.

Søk um loyvi til umbygging á Vanganum

Hevur tú Samleikan, søkir tú um loyvi á Vanganum. Tá tú hevur søkt, fært tú eina kvittan sendandi til tína MínBoks.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Bygging sum ikki krevur byggiloyvi



Umbygging av sethúsum og íbúðum
Eg vil byggja sethús um

Ætlar tú at tær at byggja um, kann henda, at tær tørvar byggiloyvi. Tað veldst tó um, hvat umbyggingin inniber. Byrja tískil við at kanna, um byggingin krevur byggiloyvi. Tú kanst kanna um byggingin krevur loyvi her:

Bygging, sum ikki krevur byggiloyvi

Byggimálsdeildin ger av, hvat krevst fyri at fáa loyvi. Set teg í samband við Byggimálsdeildina fyri at fáa greiðu á, hvørji skjøl, tekningar og útrokningar eru kravdar.

Í sambandi við umbygging skulu tekningarnar lýsa verandi og komandi støðu. Í umsóknini um byggiloyvi skalt tú somuleiðis upplýsa um verandi nýtslu.

Kanna um húsini eru friðað, varðveitingarverd ella um serstaka byggisamtyktin setur mørk fyri, hvussu húsini kunnu broytast. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at finna galdandi byggisamtyktina og varðveitingarvirðið á húsunum.

Skalt tú søkja um byggiloyvi uttan sjálv at eiga sethúsið ella íbúðina, skalt tú minnast til at leggja fulltrú frá eigaranum við umsóknini.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um loyvi á Vanganum.

Søk um loyvi til umbygging á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um umbygging« í evnisteigin.

Søk um loyvi til umbygging

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15