Tórshavnar sløkkilið

Oyggjarvegur 34
100 Tórshavn

Leiðari Heini Østerø
heini@torshavn.fo

Tel. 30 21 00

Lurta

Tórshavnar sløkkilið

Tórshavnar sløkkilið veitir hjálp í samband við eld, ferðsluóhapp, oljudálking, húsaskaðar og druknivanlukkur.

Kemur tú fram á eldsbruna ella aðrar bráðfeingis støður, skalt tú ringja á telefon 112. Tá tú ringir, skalt tú upplýsa, hvør tú ert, hvaðani tú ringir, hvar eldurin ella vanlukkan er og hvørjari hjálp, tørvur er á.

Sløkkiliðið skipar eisini fyri frálæru í eldsløkking og eldfyribyrging. Skúlar og aðrir bólkar kunnu spyrja seg fyri á støðini.

Akfarsflutningur

Sløkkiliðið flytir akfør bæði í samband við ferðsluóhapp og vanligan flutning.

Annar sløkkiliðsbilurin kann flyta persónbilar og smáar lastvognar upp til tvey tons. Hin kann flyta størri akfør upp til tíggju tons. Eisini er hann útgjørdur við einum 18-tons krana.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar um prísir og sløg av uppgávum, kanst tú ringja til sløkkiliðið á telefon 30 21 00.



Tórshavnar sløkkilið
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Tórshavnar sløkkiliði fevnir um hesi øki:

  • Hjálp í samband við eldsbruna
  • Kavarar til druknivanlukkur
  • Umhvørvisóhapp
  • Ferðsluvanlukkur
  • Góðkendan vaktsentral til at móttaka ABA-alarmar
  • Bjarging í samband við storm
  • Vatnskaðar
  • Skeiðvirksemi
  • Koyring av rørslutarnaðum
  • Akfarsflutning
  • Viðlíkahald av allari sløkkiútgerð
  • Viðlíkahald av øllum sløkkikranum
Skipan av deildini

Tórshavnar sløkkilið er skipað sum ein partur av teknisku fyrisitingini.

Heini Østerø er leiðari á sløkkiliðsstøðini.

Tórshavnar sløkkilið er býtt í seks støðir:

  • Høvuðsstøðin á oyggjarvegnum er mannað við 30 fólkum
  • Støðin í Kollafirði er mannað við 12 fólkum
  • Støðin í Kaldbak er mannað við seks fólkum
  • Støðin í Nólsoy er mannað við 12 fólkum
  • Støðin fyri Velbastað og Kirkjubø er mannað við átta fólkum
  • Støðin fyri Heyst og Koltur er mannað við fýra fólkum
Um Tórshavnar sløkkilið

Tórshavnar sløkkilið heldur til á Oyggjarvegnum 34.

Politikkir og ætlanir

Her kanst tú kunna teg nærri um politikkir og ætlanir í Tórshavnar kommunu:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Tórshavnar sløkkilið

Tú kanst seta teg í samband við Tórshavnar sløkkilið við at ringja á telefon 30 21 00 ella senda ein teldupost til brand@torshavn.fo.

At starvast hjá Tórshavnar sløkkiliði
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum hjá Tórshavnar sløkkiliði

Tórshavnar sløkkiliði hevur hesi sløg av størvum:

  • Sløkkiliðsfólk
  • Skrivstovufólk

Fyri at gerast sløkkiliðsfólk skalt tú uppfylla ávís krøv.

ÁÐRENN UMSÓKNINA

Tá tú sendur umsókn, skalt tú hava:

  • Koyrikort til bil og lastbil
  • Reina revsiváttan

Eisini er ein fyrimunur at hava handverkaraútbúgving.

Til upptøkuroyndina

Til upptøkuroyndina skalt tú royna teg í:

  • Hæddum
  • Trongum umstøðum
  • Hitaroynd


Starvssetan

  • Eftir at tú hevur fingið starvið, fert tú á brandskúla við Áir at taka eina sløkkiliðsútbúgving á 88 tímar

Tá tú lýkur hesi krøv, hevur tú rætt til at virka sum sløkkiliðsfólk í Føroyum.

Tórshavnar sløkkilið
Tórshavnar sløkkilið

Oyggjarvegur 34
100 Tórshavn

brand@torshavn.fo

Tel. 30 21 00

Upplatingartíðir

Tórshavnar sløkkilið er opið alt samdøgrið.