Lurta
Tíðindi - 17. apríl 2024

Vegamótið Atlagøta og Løgmannabreyt stongt í kvøld kl. 18-6

Vegamótið Løgmannabreyt og Atlagøta er stongt mikukvøldið 17. apríl klokkan 18 til hósmorgunin 18. apríl klokkan 6 í sambandi við asfaltering. 

Meðan arbeiðið fer fram, koyrir leið 1 ikki eftir Løgmannabreyt, men eftir Karlamagnusarbreyt heilt niðan til Rólantsgøtu og víðari eftir ferðaætlanini.