Lurta
Tíðindi - 23. mars 2024

Tórshavn Boksing páskatiltak

Stuðuls- og páskatiltak hevur verið hjá Tórshavn Boksing í dag inn á Hjalla 12. Boksarar hava víst venjingar og sparringar. Í sambandi við dagin vitjaði borgarstjórin eisini inn á gólvið.

Í sambandi við dagin hevur páskareggjatombula verið, eins og lutakast hevur verið millum øll tey vinnandi við stórum vinningum frá Hotel Vágar, Pizza67 og Gómagott. Eisini hevur verið kakao, kaffi- og køkusøla.