Tíðindi - 18. juni 2024

Starvsdagar á Tjarnagarði

Seinnapartin var hugnaløta á Tjarnagarði í samband við, at  Eva á Bøgarði og Jensina Ludvíksdóttir av Húsabrúgv høvdu 25 ára starvsdag.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt fyri teimum báðum:

"Eva, starvsfelagarnir siga um um teg, at tú er ein eldsál. Tú er altíð fús at hjálpa, tú dugir eisini væl at lata tínar royndir koma starvsfeløgunum til góðar. Tú er altíð til reiðar at leggja avloysarum lag á, og so er tú altíð við tí góða orðinum.

Tú hjúklar eisini um búfólkini, og tú dugir væl at finna uppá hugnaligar løtur saman við búfólkunum. Sum starvsfelagarnir hjá tær siga, “tað fiksar tú skjótt”.

Tú er bóndakona og býr í Kaldbak, men hóast langa leið til arbeiðis, so er tú altíð til reiðar, tá vaktir skulu takast.

Tú er handalig, dugir væl at binda og er kreativ. At gera mat liggur eisini væl fyri, og starvsfelagarnir siga, at rabarbusúltutoyið hjá tær er tað besta í heiminum.

Jensina, starvfelagarnir siga um teg, at tú er arbeiðssom, og tú er røkin.

Tey siga, at tú veit, hvar alt liggur, so tá onkur á deildini ikki finnur eitthvørt, so er niðurlagið, “spyr Jensinu, hon veit”.

Eisini tú er til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur og vaktir mangla, - bæði dag, kvøld og nátt.

Tú er álitisfólk, og tað álitið røkir tú væl, og tú torir at siga tína hugsan, siga starvsfelagarnir um teg.

Tú minnist merkisdagar hjá starvfólkum og búfólkum, og tú dugir eisini væl at hugna um búfólkini. Lesur søgur fyri búfólkum, og teimum dámar væl at lurta, um tað eru søgur frá krígnum ella Læars og Annilena, so sita tey undir hvørjum orði.

Tit báðar Eva og Jensina hava, saman við starvsfólkunum her á Tjarnagarði og á øllum eldraøkinum, eitt umráðandi starv. Eitt starv, ið krevur bæði fakligar og persónligar førleikar, men eisini eitt álitisstarv, tí tað krevur álit millum tykkum og búfólk og avvarðandi."