Lurta
Tíðindi - 17. apríl 2024

Sløkk tostan og tendra tilvitið: Umhvørvisvikan 2024 snýr seg um vatn

UV_24_Web_2650x747px_RDedit2

Í Føroyum hava vit ríkiligt av vatni, tí tað regnar altíð, og vit hava eisini heimsins reinasta vatn! Hesar útsagnir hoyra vit ofta – ikki minst nú summi vilja vera við, at vit skulu tilbúgva okkum við at eiga vatn inni. Men er tað veruliga so? Kunnu vit brúka óavmarkað av vatni í Føroyum? Og hvussu reint er vatnið í veruleikanum? Og hvat við havinum rundanum okkum, hvørs tilfeingi vit liva av?

Allir hesir spurningarnir og fleiri við verða settir á umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur evnið vatn, og sum fer at seta sín grøna dám á alla kommununa 4.-11. mai. Evnið tekur støði í sætta og fjúrtanda heimsmáli fyri burðardygga menning, ið snúgva seg um »Reint vatn og reinføri« og »Lívið í havinum«. 

Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldri og við alskyns áhugamálum. Boðið verður millum annað til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan og filmssýning. Til tey, sum tysta eftir vitan, verður ein røð av fyrilestrum á skránni um evni sum streymviðurskifti og vistskipanir, rák, burðardygga taraaling og vatn sum tilfeingi. 

Sum siður er, endar vit við einum stórum ruddingardegi leygardagin 11. mai, har vit øll í felag taka eitt tak fyri náttúruna.

Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai kl. 11.

Fá tær ein vatnsopa, tendra tilvitskuna og kom á umhvørvisviku! 

Les meira og tekna teg til tiltøkini her á kommunalu heimasíðuni og á facebookvanganum hjá umhvørvisvikuni:

Umhvørvisvikan 2024

Umhvørvisvikan á Facebook