Tíðindi - 21. juni 2024

Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir

Dagstovnurin í Løkjatúni vinnari av ruddingardøgunum 2024_web

Tórshavnar kommuna takkar øllum sum luttóku í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni og hava sent okkum myndir. Vinnararnir av ruddingardøgunum gjørdust Eigarafelagið Vesturi á Flat og Dagstovnurin í Løkjatúni. Tórshavnar kommuna ynskir Eigarafelagnum Vesturi á Flat og Dagstovninum í Løkjatúni hjartaliga tillukku við vinninginum.

Bjørg Dam, forkvinna í náttúru og umhvørvisnevndini, handaði Dagstovninum í Løkjatúni vinningin. 
Røðan, sum Bjørg Dam helt, tá hon vitjaði Dagstovnin í Løkjatúni, kann lesast her:

»Kæru børn og vaksin í dagstovninum í Løkjatúni,

Eg vil byrja við at siga eitt stórt til lukku til tykkum øll! Tit hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði á ruddingardegnum. Tað er sera flott!

Tá vit rudda upp í náttúruni, gera vit hana ikki bert penari at síggja til, men vit gera hana eisini betri fyri djórini, náttúruna, blómurnar og okkum sjálvi. Tað er sera týdningarmikið at ansa eftir okkara heimi og tit hava víst, at tit kunnu gera ein stóran mun, sjálvt um tit eru enn nokkso lítil.

50 bólkar, tað verið seg børn, feløg, býlingar og fyritøkur vóru úti og ruddaðu á ruddingardøgunum 8. og 10. mai og blivu sostatt 50 økir í okkara kommunu ruddaði.

Heili 33 túsund kilo blivu ruddaði úr náttúruni hesar dagarnar. Tað er meir enn 1500 børn ella meir enn 20 bilar. Tað má sigast at verða eitt flott bragd.

Eg eri sera errin av tykkum øllum. Tit hava arbeitt hart, og tit hava samstarvað væl. Tá vit hjálpa hvørjum øðrum, kunnu vit klára alt møguligt!

Sum ein serlig tøkk til øll tey, ið luttaka, so hevur Katrin í Umhvørvisdeildini drigið lut í millum teir 50 bólkarnar og tit eru hepnu vinnararnir. Nú fari eg at handa tykkum heiðurslønina, ið er ein kekkur á 6.000 krónur - men minnist til, at tann størsti heiðurin er, at vit nú hava eina reinari og vakrari náttúru, sum vit øll kunnu njóta og hava tað stuttligt.

Lat okkum klappa fyri tykkara góða arbeiði!

Aftur, stórt tillukku og stóra tøkk fyri tykkara hjálp!«.

 

Fleiri myndir kunnu síggjast á facebooksíðuni hjá Umhvørvisvikuni:

Umhvørvisvikan á Facebook