Lurta
Tíðindi - 22. mars 2024

Fýra starvsfólk starvsfólkadag á Fríðriksgarði

Tveir 30 ára starvsdagar. Tí Asbjørg Jacobsen og Aimi Lund Gjógvará hava arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 30 ár. Men hildnir vórðu eisini tveir 10 ára starvsdagar í dag hjá Hallu Andreasson og Silviu Láberg Mohr.


Borgarstjórin greiddi frá, at Asbjørg Jacobsen byrjaði sum dagrøktari í 1990, seinni arbeiddi hon sum stuðul. Í 2010 fór Asbjørg undir sjálvlesnað sum námsfrøðingur. Hon varð liðug í 2013, tá var hon 55 ár. So tað vísur áræði.


- Asbjørg, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er sera røsk, ágrýtin og nærløgd, og at tú altíð er til reiðar at taka eitt eyka tak. Eisini siga tey, at tú er góð við stovnin og børnini. Og júst hetta, at hava ábyrgdarkenslu og nærlagni, er umráðandi fyri øll arbeiðspláss, og ikki minst ein dagstovn, har tað eru børn. Tí tað er stór ábyrgd hjá tykkum, segði Heðin Mortensen.

- Aimi Lund Gjógvará hevur í 33 ár arbeitt hjá Tórshavnar kommunu, - øll árini í vøggustovum. Hesi seinastu árini hevur hon arbeitt her á Fríðriksgarði. Og tey siga, at tað var ein fongur fyri Fríðriksgarð, tá hon fór at arbeiða her, tí hon hevur so nógvar royndir.

- Aimi, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er mild, rólig og positiv. Hetta eru júst eginleikar, ið smábørn hava brúk fyri. Tað, at tey merkja, at fólk geva sær stundir til teirra. Og kanska serstakliga í hesum døgum, tá alt skal ganga so skjótt.

- Góðu Asbjørg og Aimi, við meira enn 30 ára royndum hava tit tikið tykkum av fleiri ættarliðum av havnaborgarum. Tit hava tikið tykkum av framtíðini hjá Tórshavnar kommunu. Tað skulu tit hava takk fyri.

- Vit hátíðarhalda eisini tveir 10 ára starvsdagar í dag. Halla Andreasson og Silvia Láberg Mohr hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 10 ár. Men í dag hátíðarhalda vit tey fyrstu 10 árini.

- Halla Andreasson hevur arbeitt á dagstovnaøkinum í meira enn 17 ár. Hon byrjaði á Kurlu í 2006 og flutti við í Fríðriksgarð í 2020. Øll árini hevur Halla arbeitt á vøggustovu.

- Halla, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er blíð, prátingarsom og dugir væl við fólki. Tú vísur áhuga og umsorgan fyri teimum, ið eru rundan um teg. 

- Og eitt afturat, gjøgnum øll hesi árini er tú ongantíð komin ov seint til arbeiðis. Tað munnu ikki vera nógv, ið kunnu reypa av tí.

- Silvia Láberg Mohr hevur arbeitt á dagstovnaøkinum í 15 ár. Silvia byrjaði eisini á Kurlu, og fluttu eisini við yvir á Fríðriksgarð í 2020, tá Kurla stongdi. Silvia hevur arbeitt bæði á vøggustovu og í barnagarði.

- Silvia, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er væl skipað og tekur ábygd. Tú er røsk, røkin og  fyrikomandi. Tey siga eisini, at er altíð prát og látur, har tú er. Og vit vita øll, at látur lættir um dagin.

- Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu hátíðarhalda fýra starvsdagar í Tórshavnar kommunu. Men tað er eitt tekin um trivnað, og tað fegnist eg um.

- Og fyri børnini og foreldur teirra er tað eisini ein tryggleiki, at tey kenna tykkum, og at tit kenna tey. Takk fyri tykkara íkast øll hesi árini. Hjartaliga til lukku við starvsdøgunum, segði borgarstjórin at enda.