Lurta
Tíðindi - 22. mars 2024

Býarbókasavnið 55 ár

Í 55 ár hevur Býarbókasavnið verið ein umráðandi partur av Tórshavnar kommunu. 1. apríl 1969 varð Býarbókasavnið sett á stovn, og síðani tá hevur savnið verið ein sera virkin partur av Havnini og Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarsjtóri, segði á lítlum hátíðarhaldi í dag, at nógv er broytt hesi 55 árini. Vit eru farin frá at hava eitt bókasavn, har alt skuldi vera kvirt, til eitt livandi bókasavn, har øll koma á gátt, -ung og eldri, barnagarðar, skúlar og pensjónistar. Og tað er soleiðis, ið tað skal vera. 

- Tí bókasøvn eru ein partur av sálini í einum býi. Tit upplýsa, til læra, og tit savna. Og tað hava tit starvsfólk á Býarbókasavninum duga sera væl. At savna og gerast savningarstaður hjá okkum øllum. Vit síggja barnagarðar koma inna at eta matpakkar. Og vit vita, at um børn fáa kunnleika til bøkur, ja, so eru størri sannlíkindini fyri, at tey eisini fara at lesa, tá tey eru vaksin.

- Men fólk koma eisini her at spæla borðspøl, at læra seg føroyskt, lesa eitt blað, á bindikafe, í lesibólk ella bara at fáa sær ein kaffimunn og eitt prát.

- Alt hetta hevði ikki borið til uttan dugnalig starvsfólk. Tí hóast kommunan roynir at gera karmarnar so góðar, sum gjørligt, so eru tað tit starvsfólk, ið skipa fyri innihaldinum. Tað er tykkara vitan og tykkara hugskot, sum gera, at fólk leita sær hendan vegin og trívast.

- Og uppgávan hjá bókasøvnum og bókavørðum er kanska størri og týdningarmiklari í dag enn nakrantíð áður. Tí í øllum meldrinum av sosialum miðlum og tøkni, kann vera torført at kenna mun á keldum, og hvat er ein álítandi kelda. Har er tað tykkara kunnleiki, ið kemur til sín rætt. Ein grundleggjandi kunnleiki í einum fólkaræði.

- So hóast 55 ár er Býarbókasavnið framvegis aktuelt og líka so týdningarmikið, sum tað altíð hevur verið. Lærdómur er lættur at bera, sigur orðatak, men kann verða torførur at miðla, kann eg leggja afturat. 

- Men tað megna tit her á Býarbókasavninum, tí fólk læna, lesa og læra. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, tit ríka okkara kommunu hvønn dag, segði Heðin Mortensen at enda.