Tíðindi - 19. juni 2024

10, 25, 30 og 40 ára starvsdagar á Rakstrarstøðini

Í dag var hugnaløta, tí fleiri fólk á Rakstrarstøðini høvdu starvsdag.

Peter Kjeldsen, Hans Jákup Dam og Bárður Poulsen hava arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í 10 ár. Jóhannes Clementsen hevur arbeitt hjá kommununi í 25 ár. Baldvin Jacobsen hevur verið í starvi hjá kommununi í 30 ár. Jógvan Martin Heinesen, Jeggi, hevur verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 40 ár.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu helt á hugnaløtuni.

"Peter Kjeldsen hevur hildið býin reinan við at tøma ruskíløtini, sum eru fram við vegnum. Tað hevur stóran týdning fyri umhvørvið og fyri borgaran.
Um veturin hevur hann bustað og saltað gongugøturnar við lítla traktorinum.

Hans Jákup Dam hevur arbeitt á Stadion økinum áðrenn hann kom til Reinhaldið at verða. Á Reinhaldinum kom hann at koyra tí lítlu feiðimaskinuna. Hann hevur trúfastur sópað gøtur og vegir, so Havnin kann skína. Um veturin hevur hann bustað og saltað gongugøturnar við lítla traktorinum.

Bárður Poulsen hevur arbeitt á Brennistøðini og Asfaltinum áðrenn hann byrjaði hjá Reinhaldinum. Á Reinhaldinum tømir hann vegristir so borgarar kunna koyra trygt og gott á vegnum.Um veturin hevur hann bustað og saltað gongugøturnar við lítla traktorinum.

Jóhannes Clementsen byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar Kommunu í 1998. Hevur starvast við vegir og kloakkir. Er raskur og álítandi. Hann er hjálpsamur, og sigur aldrin nei. Hevur Jóhannes fingið hjálp við onkrum, so lønar hann tær altíð aftur við einari góðari ger. Hann er stillur og friðarligur.
Hann er Alfa og omega tá tað kemur til at gera sítt arbeiði í kloakkini.

Baldvin Jacobsen er eitt arbeiðsgrev. Tá hann byrjar uppá eitt arbeiði, koyrir hann við fullari ferð inntil arbeiði er væl úr hondum greitt. Baldvin er álítandi og hjálpsamur, altíð klárur at hjálpa. Eisini er hann ein sera jaligur og nøgdur maður og tað er góðar dygdir at hava.

Jógvan Martin Heinsen, Jeggi, er trúgvur sum trølli. Sigur altíð ja, og ger altíð arbeiði til fulnar. Blíður á lyndi, altíð góður at heita á. Er arbeiðssamur og álítandi. Um tað er at grava við hond ella maskinu so ger hann tað til lítar. Jógvan Martin er fryntligur og ríkar um trivnaðin á deildini.

Sum borgarstjóri fegnist eg um, at starvsfólk trívast so væl og longi hjá Tórshavnar kommunu. Og eg kann leggja afturat, Tórshavnar kommuna trívist eisini væl við at hava trúføst starvsfólk sum tykkum.

Tað er ongin ivi um, at tit allir, og starvsfelagar tykkara, hvønn dag gera mun fyri borgarar og vitjandi í Tórshavnar kommunu. Tað var sjón fyri søgn undir verkfallinum herfyri.

Vit siga, at Havnin skal skína.

Um tað er sól og summar, kavi og kuldi, regn og runa, so tryggja tit, at Havnin skínur.

Fari at takka tykkum fyri tað, ið tit hava gjørt øll hesi árini fyri Tórshavnar kommunu og borgarar í Tórshavnar kommunu"