Lat aftur
Tema
Umhvørvisvikan 2024

Kom við til staðbundna matmarknaðin í Gongugøtuni 4. mai.

Leygardagin 4. mai verður vælumtókta tiltakið Plantið eitt træ á Vaglinum

Mikudagin 8. mai og leygardagin 11. mai taka vit øll eitt tak fyri náttúru okkara. 

Ruddingardagar 2024
Lurta

Umhvørvisvikan 2024

Í ár er umhvørvisvika frá 4. til 11. mai. Evnið í ár er vatn, ið kemur undir sætta og fjúrtanda heimsmálið hjá ST, ið snúgva seg um ávikavist reint vatn og reinføri og lívið í havinum. Á hesari síðuni kanst tú lesa skránna, tekna teg til tiltøkini og kunna teg nærri um ársins umhvørvisevni.

Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldrum og við alskyns áhugamálum. Boðið verður til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan, filmssýning og mangt annað. Til tey, sum tysta eftir vitan, verður ein røð av fyrilestrum á skránni um evni sum streymviðurskifti og vistskipanir, rák, burðardygga taraaling og vatn sum tilfeingi.

Sum siður er, endar alt sjálvandi við einum stórum ruddingardegi leygardagin 11. mai, har vit øll í felag taka eitt tak fyri náttúruna.

Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai klokkan 11.

Fá tær ein vatnsopa, tendra tilvitskuna og kom á umhvørvisviku! 

Niðanfyri sært tú, hvat er á skránni. Vilt tú taka skránna niður á snildfonina ella telduna, kanst tú gera tað við at trýsta á leinkið niðanfyri. Tú sært eisini flest øll tiltøk á tiltakskalendaranum Tímin, har tú kanst leggja tær tiltøkini í kalendaran á tínari snildfon.

Gev gætur, at tilmelding krevst til summi tiltøk.

Skrá UV24

Tímin (tímin.fo)

Skráin fyri umhvørvisvikuna
Leygardagin 4. mai

Kl. 11 Umhvørvisvikan verður sett

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar Býráðs, setir umhvørvisvikuna á Vaglinum.

 

Kl. 11 Plantið eitt træ 

Tórshavnar kommuna letur borgarum ókeypis plantupakkar. Á bygd verður útlutan av plantupakkum leygardagin 11. mai. Havið posa við til planturnar.

 

Kl. 11 Plantumarknaður í Tinghúsgarðinum

Plantumarknaður við føroyskt framleiddum plantum.

 

Kl. 11 Staðbundin matmarknaður í Gongugøtuni

Staðbundin matmarknaður í Gongugøtuni í Havn. Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum. Komið fró og forvitin, og havið egnan posa við!

 

Kl. 11 Kom og royn kajakkrógving

Havnar Kajakkfelag skipar fyri styttri túrum undan Bryggjubakka frá kl. 11 til 14.

Túrarnir eru ókeypis.

 

Kl. 11 Túrar við teinæringi

Felagið Teinæringur skipar fyri styttri túrum innanfyri Molan frá klokkan 11-14.

Túrarnir eru ókeypis.

 

Kl. 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá kl. 14 til 17.

 

Kl. 15 Gongutúrur runt Hvítanes

Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara. Vit møtast við bussskýlið og ganga eftir gøtunum út á nesið og síggja, hvar fólk hava tikið sand til at byggja eitt nú múrin í Kirkjubø.

Bussleið nr. 3 koyrir úr Steinatúni klokkan 14.46. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25
Sunnudagin 5. mai

Kl. 12 Barnabio: »Blekkulf«

Teknistova og teknifilmur fyri tey yngstu. Umhvørvishetjan Blekkálvur veit alt um stóra týdningin, vatn hevur fyri menniskju og náttúruna, og hvussu hesi eru tengd at hvørjum øðrum. Blekkálvur er ein høgguslokkur, sum saman við vinunum Sprelline, Pelle og Svanhild, lærir okkum um umhvørvið og serliga um dálking av havinum. Talan er um norskan teknifilm fyri tey yngstu.

Filmurin verður vístur í Norðurlandahúsinum hvønn heilan tíma.

Tiltakið er ókeypis. Opið er frá klokkan 12 til 17.

Kl. 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á Sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá kl. 14 til 17.

Kl. 14.30 Útferð út í Hest við Westward Ho

Gongutúrur við ferðaleiðara niðan á Snið, út á vøtnini og oman á Skarð í Hesti. Gongutúrurin tekur umleið 2,5-3 tímar og er miðallættur at ganga. Vit viðmæla ikki túrin til smá børn og illa gongd. Øll fáa ein góðan matpakka við.

Farið verður av Høgukai klokkan 14.30.Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25
Mánadagin 6. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 9 og 11
Vitjan á vatnverkinum í Villingadali

Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

 

Kl. 10 Veiðuferð á Býarbókasavninum

Finn 15 føroyskar fiskar og vinn eina tráðu og ein bjargingarvest.

Býarbóksavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, fáa eina brosju og eru við í lutakasti um at vinna eina tráðu og ein bjargingarvest. Tríggir hepnir vinnarar verða kunngjørdir á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum stutt eftir 11. mai.

Tiltakið er ókeypis. Opið er frá klokkan 10 til 20.

 

Kl. 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá kl. 14 til 17.

 

Kl. 19 Gongutúrur til Nykatjørn og niðan á Stórareyn

Bussur fer av Vaglinum klokkan 19. Av Oyggjarvegnum verður gingið fram við Nykatjørn, og frásøgufólk fer at greiða frá jarðfrøðini í økinum – syllar, gjáir og jatnagarðar. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25

Kl. 19.30 Hugnakvøld við framløgum á Sjósavninum

»Framløga av ætlanunum um nýtt sjósavn og granskingardepil« við Heina Hátún, stjóra á Føroya Sjósavni.

»Taraaling og burðardygg framleiðsla í sjónum« við Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingi og eigara av TARI Spf.

Tiltakið er ókeypis.

Týsdagin 7. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

Kl. 9 og 11 Vitjan á vatnverkinum í Villingadali

Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Kl. 10 Fyrilestrar og rundvísing á Vinnuháskúlanum

»Havmyndil fyri bæði ytru og innaru leiðirnar« við Jari í Hjøllum, námslektara, og Knud Simonsen, lektara, Fróðskaparsetur Føroya.

»Broytingar í vistskipanini á Landgrunninum og havstreymar« við Sólvá Jacobsen, lívfrøðingi og Ph.d.- lesandi.

Vinnuháskúlin bjóðar ein drekkamunn. Eftir fyrilestrarnar verður rundvísing, har møguleiki verður at síggja skúlan.

Kl. 10 Veiðuferð á Býarbókasavninum

Finn 15 føroyskar fiskar og vinn eina tráðu og ein bjargingarvest.

Býarbóksavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, fáa eina brosju og eru við í lutakasti um at vinna eina tráðu og ein bjargingarvest. Tríggir hepnir vinnarar verða kunngjørdir á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum stutt eftir 11. mai.

Tiltakið er ókeypis. Opið er frá klokkan 10 til 20.

Kl. 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá kl. 14 til 17.

Kl. 17 Kom við ein kajakktúr

Havnar Kajakkfelag skipar fyri túrum av Álakeri, um viðrar. Túrarnir eru ókeypis.

Tilmelding á havnarkajakk@gmail.fo

Kl. 19 Evniskvøld og handan av umhvørvisstuðli á Reinsarínum

»Vatn sum tilfeingi« við Bjørn Holm, vatnmeistara í Tórshavnar kommunu.

»Ber til at hava vatntrot í Føroyum?« við Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingi, Jarðfeingi.

Livandi tónleikur við Annu & Angeliku.

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, handar umhvørvisstuðulin og grønu virðislønina hjá Tórshavnar kommunu. Eisini verður Grøna gávan frá Etika latin.

Mikudagin 8. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

Kl. 9 og 11 Vitjan á vatnverkinum í Villingadali

Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

 

Kl. 10 Ruddingardagur fyri skúlar, virki og stovnar í Tórshavnar kommunu

Møguleiki er at vinna eitt gávukort á 6.000 krónur. Lutakast verður ímillum
tey, sum hava meldað til.

Tilmelding á síðuni Ruddingardagar 2024 

Kl. 10 Veiðuferð á Býarbókasavninum

Finn 15 føroyskar fiskar og vinn eina tráðu og ein bjargingarvest.

Býarbóksavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, fáa eina brosju og eru við í lutakasti um at vinna eina tráðu og ein bjargingarvest. Tríggir hepnir vinnarar verða kunngjørdir á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum stutt eftir 11. mai.

Tiltakið er ókeypis. Opið er frá klokkan 10 til 20.

 

Kl. 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá kl. 14 til 17.

 

Kl. 19 Fyrilestrar og framsýning á Tjóðsavninum

»Botndjór á Havnarvág« við Áka Vang

»Týdningarmiklu vátlendini« við Kolbrún í Haraldsstovu

»Vatnfuglar í Føroyum« við Jón Aldará

Tjóðsavnið bjóðar drekkamunn eftir framløgurnar. Eisini verður møguligt
at vitja framsýningarnar.

Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 20.30.

 

Kl. 20 Filmsýning: »Før stormen«

Í sambandi við Umhvørvisvikuna sýnir Filmsfelagið filmin »Før stormen«, ið lýsir íbúgvarnar á oynni Mandø í Vadehavet, Vaðilin, sum røkkur frá Esbjerg til Den Helder í Niðurlondum, har heitið er Waddenzee. Úr túninum eygleiða tey veðurlagsbroytingarnar, tá ódn og vatnflóð herja á. Hóast hesar hóttanir, tvíhalda tey eins og forfedrarnir um gerandisdagin á oynni.

Katrin Helmsdal frá Tórshavnar kommunu bjóðar vælkomin og Katrin Petersen innleiðir filmin, sum verður vístur í Havnar Bio.

Ókeypis atgongumerki eru at fáa á heimasíðuni hjá Havnar bio – avmarkað nøgd.

Havnar bio (bio.fo)

Hósdagin 9. mai

Kl. 14 Ársdagur fyri viðarlundir í Havn

Í sambandi við at ávikavist 90 og 50 ár eru liðin, síðani viðarlundirnar
í Kerjum, í Havnardali og í Grið vórðu gróðursettar, skipar Tórshavnar
kommuna fyri hátíðarhaldi í Grið, har allar tríggjar viðarlundirnar verða
umrøddar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu. Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu. Harmonikufelagið spælir tónleik.

Tórshavnar kommuna bjóðar okkurt gott til góman.

 

Kl. 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá kl. 14 til 17.

Fríggjadagin 10. mai

Kl. 10 Veiðuferð á Býarbókasavninum

Finn 15 føroyskar fiskar og vinn eina tráðu og ein bjargingarvest.

Býarbóksavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, fáa eina brosju og eru við í lutakasti um at vinna eina tráðu og ein bjargingarvest. Tríggir hepnir vinnarar verða kunngjørdir á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum stutt eftir 11. mai.

Tiltakið er ókeypis. Opið er frá klokkan 10 til 18.

 

Kl. 10.15 og 14.15 Rundvísing á Sjósavninum (fyri børn og vaksin)

Lær alt, sum er vert at vita, um fiskarnar, gággurnar, krabbarnar, állarnar og tey mongu djórasløgini, sum búgva á sjósavninum. Um umstøðurnar tala fyri tí, verður møguligt at hyggja, ímeðan fiskarnir verða fóðraðir.

Ókeypis atgongd. Opið er frá klokkan 10 til 18.

 

Kl. 16 Vitja taraframleiðsluna hjá Ocean Rainforest í Kaldbak

Ókeypis atgongd. Opið er frá klokkan 16 til 20.

 

Kl. 15 Gongutúrur til Vatnverkið í Villingadali og Fransatoftir

Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara. Túrurin byrjar við ovasta buss-steðgistað á Villingadalsvegnum. Síðani verður gingið framvið Villingadalsfossinum til opið hús á Vatnverkinum. Frá Vatnverkinum gongur leiðin víðari til Fransatoftir, har fólk helst hava goymt seg fyri sjórænarum. Útsýnið er gott, og tað hevur verið lætt at sæð, um fremmand skip nærkaðust. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25
Leygardagin 11. mai

Kl. 9 Almennur ruddingardagur

Vit taka eitt felags tak fyri náttúruna, og fara út at rudda. Bólkar, so sum eigarafeløg, grannaløg, ítróttarfeløg, skótar og onnur hava møguleikan at vinna eitt gávukort á 6.000 krónur. Lutakast verður ímillum tey, sum hava meldað til.

Tilmelding á síðuni Ruddingardagar 2024

Kl. 9 Plantið eitt træ (á bygd)

Tórshavnar kommuna letur borgarum á bygd ókeypis plantupakkar.

Í Havn luta vit út plantupakkarnar leygardagin 4. mai.

 

Kl. 10 Veiðuferð á Býarbókasavninum

Finn 15 føroyskar fiskar og vinn eina tráðu og ein bjargingarvest.

Býarbóksavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, fáa eina brosju og eru við í lutakasti um at vinna eina tráðu og ein bjargingarvest. Tríggir hepnir vinnarar verða kunngjørdir á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum stutt eftir 11. mai.

Tiltakið er ókeypis. Opið er frá klokkan 10 til 17.

 

Kl. 16 Hugnaløta á Bókasavninum í Kollafirði

Kom og njót ein drekkamunn omaná ruddingardagin afturvið einum áhugaverdum fyrilestri og góðum tónleiki.

»Grundvatn í Føroyum – møguleikar og avbjóðingar« við Óluvu R. Eidesgaard, jarðfrøðingi á Jarðfeingi.

Livandi tónleikur við Signari í Homrum.

Plantupakkarnir í ár

Leygardagin 4. mai verður tiltakið Plantið eitt træ, har fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd verða plantupakkarnir útflýggjaðir leygardagin 11. mai.

Minst til at fylgja góðum grannasiði, tá tú setir runnar niður ella plantar trø. Á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt og í faldara okkara »Plantið eitt træ í góðum grannalag« kanst tú lesa meira um, hvat tú skalt hava í huga, tá tú plantar trø ella setir runnar niður.  

Garðar, hegn og gongubreyt

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Umhvørvisevni 2024

Vatn

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.

Umhvørvisevnið í ár er »Vatn«. Vatn hevur verið nógv frammi í seinastuni, bæði drekkivatnið, svimjivatnið í áum, ósum og á sjónum og ikki minst spillivatnið. Endamálið við umhvørvisvikuni er at vísa á stóra týdningin, vatn hevur fyri menniskju og náttúruna, og hvussu hesi eru tengd at hvørjum øðrum: Vistskipanirnar eru tengdar at vatni, náttúran er tengd at vistskipanum og menniskjan er tengd at náttúruni. 

 

Heimsmál 6

Heimsmál 6 snýr seg um at tryggja okkum øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt. Sostatt mugu vit betra um vatngóðskuna við at minka um dálking, steðga dumping av burturkasti og minka sum mest um útlátið av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillivatni skulu skerjast, og endurframleiðsla og endurnýtsla verður økt um allan heim.

Harumframt mugu vit verja og endurskapa vistskipanir, tengdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslur og vøtn.


Heimsmál 14

Fjúrtanda heimsmál snýr seg um at varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundi 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelag og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka teimum 17 málunum innan 2030. 

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Bakgrundskunning

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið.

Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Leiðreglur fyri runnagirðingar og trø

Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.

Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15