Lat aftur
Tema
Ruddingardagar 2024
Ruddingardagar 2024 Ruddingardagar 2024
Ruddingardagar 2024

Í ár verða ruddingardagarnir 8. og 11. mai. Freistin at melda til er fríggjadagin 10. mai. 

Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um ruddingardagarnar og melda til. Tú kanst eisini senda myndir inn og vera við í lutakastinum um tvey gávukort à 6.000 krónur.

Lurta

Ruddingardagar 2024

Í mai 2024 skipa vit aftur fyri ruddingardøgunum, har skúlar, feløg og onnur seta ein dag av til at rudda grannaløg og náttúru. Í ár kasta vit lut um tvey gávukort à 6.000 krónur millum innkomnu myndirnar frá ruddingardegnum.

Árligi ruddingardagurin fyri skúlar, stovnar og virkir verður mikudagin 8. mai, meðan almenni ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttafeløg og onnur verður leygardagin 11. mai.

Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er fríggjadagin 10. mai 2024. 

Niðanfyri finnur tú eina vegleiðing til, hvussu tú meldar skúlan, dagstovnin, eigarafelagið ella onnur til, og hvussu tú sendir myndir inn, so tit kunnu vera við í lutakastinum um gávukortini à 6.000 krónur.

Soleiðis teknar tú tykkum til ruddingardagin
1. Vel rætta tilmeldingarknøttin
2. Finn tykkara ruddingarøki á kortinum

1. Suma inn á kortinum og trýst á tað økið, tit ynskja at rudda.

2. Trýst á teir tríggjar prikkarnar í høgra horni.

3. Vel »Smart Editor«

3. Fyll kravdu teigarnar út og goym

Fyll kravdu teigarnar út og trýst á »Save«. Kravdu teigarnir eru merktir við reyðum.

Hevur tú valt skeivt øki, trýst so á back-knøttin og byrja av nýggjum. 

4. Tú fært eina váttan

Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost sendandi fáar minuttir aftaná tú hevur meldað til.

Ruskposar og bingjur
Her fært tú fatur á ruskposum

Tú kanst avheinta ruskposar ókeypis hjá Reinhaldinum í Varðagøtu 5 mánadag til fríggjadag frá klokkan 8-15.

Tað ber eisini til at heinta ruskposar á kaiini í Kollafirði við at ringja til arbeiðsformann Hans Silvan Johannesen á telefon 21 30 34

Soleiðis sleppa tit av við ruskposarnar

Tá ið tit eru liðug at rudda, kunnu tit seta ruskposarnar fram við vegnum og fyri avheintan ringja á:

Tel. 25 40 10 (Tórshavn)
Tel. 21 30 34 (Kollafjørður)

Tit kunnu eisini sjálvi avhenda ruskposarnar á Endurnýtsluni á Hjalla millum klokkan 10 og 17.

Her finnur tú bingjurnar

Vit seta bingjur upp í hesum økjum í seinasta lagi mikudagin 8. mai:

  • Kaldbak: við kaiina
  • Kollafirði: við kaiina
  • Norðradali: við skúlan
  • Nólsoy: við kaiina stendur ein bingja alt árið
  • Kirkjubø: niðri á lendingini, har bussarnir standa
  • Velbastað: í breiða svinginum niðanfyri barnagarðin

Send myndir inn til lutakastið

Í ár kasta vit lut um tvey gávukort à 6.000 krónur millum innkomnu myndirnar frá ruddingardegnum. Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er mikudagin 15. mai.

Send myndir inn

Gev gætur, at vit møguliga vísa myndina á okkara facebooksíðu, heimasíðuni og okkara instagramvanga.

Vinnararnir verða kunngjørdir vikuna eftir ruddingardagarnar á facebooksíðuni hjá umhvørvisvikuni, sum tú finnur her: 

Umhvørvisvikan á Facebook

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15