Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Vágsbotn og Skálatrøð

Mynd Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 186, 187, 188, 190 191b, 192, 193, 195 og 201, Tórshavn.

Uppskotið snýr at skipa bygging á økinum, á ein hátt sum gagnnýtir og at mennir staðbundna dámin í tráð við kringliggjandi maritima umhvørvið.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Vágsbotn og Skálatrøð liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 7. mai 2024 til 18. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juni 2024.

Kunngerð

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Vágsbotn og Skálatrøð