Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin í grannalagnum, at tú minnist til at klippa runnar og annan vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum. Les meira her:
Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 27. juli klokkan 12. Les meira og søk á síðu okkara um hýruvognsloyvi.
Fjarhitagrevstur á Frælsinum hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður úr og til Jóanesar Paturssonar gøtu tvørturum rundkoyringina á Frælsinum. Hetta er galdandi frá 24. juni til 22. juli klokkan 6. Í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J.C. Svabos gøtu og Fríðrik Petersensgøtu.
Tømingin av grøna ílatinum (papp og pappír) koyrir sum vanligt eftir álmanakkanum aftaná verkfallið. Hetta merkir, at tey, sum ikki fingu tømt grøna ílatið undir verkfallinum, mugu bíða til næstu ferð grøna ílatið skal tømast sambært álmannakanum. Grøna álmanakkan sært tú her:
Nú ber til at søkja sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein og stuðul úr minnisgrunni Sonnu av Skarði. Umsóknarfreistin er 18. juli 2024. Les meira um stuðulsmøguleikarnar her:
Opið er nú fyri at melda til frítíðartilboðið til 3. flokk fyri skúlaárið 2024/25.
Talan er fyrst og fremst um pláss í vøggustovuni og barnagarðinum í Kongagøtu, meðan pláss í Miðstovninum í Realskúlanum væntandi verða boðin út seinni. Les meira her:
Fleiri dagstovnapláss tøk í Miðstovninum eftir summarfrítíðina
Skipar tú fyri tiltaki, ella hevur tú áhuga fyri ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki, skating, upplestri, borðspølum ella øðrum spennandi virksemi, ja so er tað Tímanum, tú skalt halda eyga við. Tímin er nýggi kalendarin, ið savnar øll tey spennandi tiltøkini, sum eru á skrá í Tórshavnar kommunu.
R. C. Effersøes gøta verður stongd frá Tjaldursvegnum til Húsagøtu frá í kvøld klokkan 18.30 til týsmorgunin 16. juli klokkan 6 í sambandi við grevstri fyri kloakkrørum. Bussleiðirnar 1, 2, 3 og 5 eru í hesum sambandi umlagdar soleiðis, at tær koyra eftir Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum, R.C. Effersøes gøtu og síðan víðari eftir ferðaætlanini.
Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 27. juli klokkan 12.
Í kvøld klokkan 18 grava vit frá niðara parti av Dalavegnum og tvørturum sunnaru koyribreyt á Jóannesar Paturssonar gøtu. Arbeiðið er liðugt týsmorgunin 16. juli klokkan 6. Vit heita á bilførarar um at vísa varsemi, meðan arbeiðið fer fram.
Býarlundin í miðbýnum í Havn er nú liðug. Við býarlundini fáa fólk eitt uttandura øki, har børn og vaksin kunnu njóta løtuna og býin. Longu nú er býarlundin væl vitjað. Fleiri vitjandi nýta høvið at royna ljóðførini, ið eru sett upp.
Nú frá 1. juli at rokna er Mortan Simonsen settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.
Tømingin av grøna ílatinum (papp og pappír) koyrir sum vanligt eftir álmanakkanum aftaná verkfallið. Hetta merkir, at tey, sum ikki fingu tømt grøna ílatið undir verkfallinum, mugu bíða til næstu ferð grøna ílatið skal tømast sambært álmannakanum.
Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 20. juni 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7, sum er galdandi fyri økið millum Hoyvíksvegin og Yviri við Strond.