Lurta

Bussleiðin

Bussleiðin er ein týdningarmikil bindiliður millum høvuðsstaðin og bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Bussarnir eru umhvørvisvinarligir og ókeypis at brúka. Niðanfyri sært tú, hvørji øki leiðirnar røkja.

Verkfall hevur við sær, at eingin busskoyring er í løtuni. Hetta er galdandi, til støðan millum partarnar broytist.

Finn næsta bussin á Google Maps

Google Maps er lættasti máti at finna útav, nær næsti bussur kemur. Skriva navnið á gøtuni í leititeigin og trýst á bláa bussfrámerkið á kortinum, so sært tú bussleiðirnar. Vel eina leið, so sært tú, nær bussurin kemur.

Google Maps



Leiðir
Leið 1: Hamarin, Landssjúkrahúsið, Berjabrekka, inni á Gøtu

Leið 2: Norðasta Horn, Landssjúkrahúsið, Eysturskúlin, Høllin á Hálsi, SMS

Leið 3: AB-vøllur, Glasir, Óðinshædd, Hvítanes, Berjabrekka ella undir Brúnni

Leið 4: Glasir, Gundadalur, undir Brúnni, Landssjúkrahúsið, Skúlin á Fløtum

Leið 5: Kirkjubøur, Velbastaður, Sandvíkahjalli, Kaldbak

Leið 6: Kollafjørður, Hvítanes, Glasir, Landssjúkrahúsið, Farstøðin

Leið 7: Kollafjørður, Kaldbak, Musikkskúlin, Velbastaður, Kirkjubøur

Samlað ferðaætlan

Bussleiðin um høgtíðirnar
Soleiðis koyra leiðirnar um høgtíðirnar
  • Nýggjársdag – eingin koyring
  • Skírisdag – sum sunnudag
  • Langafríggjadag – eingin koyring
  • Páskadag – eingin koyring
  • Annan páskadag – sum sunnudag
  • Dýrabiðidag – sum sunnudag
  • Kristi himmalsferðardag – eingin koyring
  • Hvítusunnudag – eingin koyring
  • Annan hvítusunnudag – sum sunnudag
  • Ólavsøka – leiðirnar koyra eftir serstakari ferðaætlan
  • Jólaaftan – sum sunnudag frá kl. 10 til 16
  • Jóladag – eingin koyring
  • Annan jóladag – sum sunnudag
  • Nýggjársaftan – sum sunnudag frá kl. 10 til 16
Hvar er bussurin beint nú?
Hvar er bussurin beint nú?

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar bussarnir eru staddir í løtuni. Trýst á kortið fyri at gera myndina størri og leita eftir ávísari bussleið.

Gev gætur, at talgilda skipanin kann svíkja, soleiðis at ein bussur stendur í stað ella hvørvur av kortinum.

Leiðfinnarin (Journey Planner) á Google Maps
Finn veg við leiðfinnaranum hjá Google Maps

Journey Planner á Google Maps kann hjálpa tær við at finna veg ella seta tína ferð skilvíst saman. Gev gætur, at leiðfinnarin fevnir bara um býarbussarnar í kommununi.

Tú finnur leiðfinnarin her:

Leiðfinnarin hjá Google Maps

Kort við bussleiðunum
Kort

Sí kort í fullari stødd

Skilhald
Vegleiðing

Hjálp bussinum at halda ferðaætlanina. Ger vart við teg, tá bussurin nærkast, og ver til reiðar at fara í og úr bussinum, tá hann steðgar.

Barnavognar

Bussarnir hava pláss fyri tveimum barnavognum í senn ella fyri einum barnavogni og einum koyristóli.

Súkklur

Tú kanst taka súkkluna við í bussin aftaná klokkan 17, um pláss er fyri henni.

Hundar

Tú hevur loyvi at hava førarahund við í bussin. Allir aðrir hundar skulu annaðhvørt vera í kurv ella í tasku.

Gloymdir ella burturmistir lutir

Gloymdir og burturmistir lutir verða latnir Kunningarstovuni í Steinatúni. Hevur tú gloymt okkurt eftir í bussinum, ring so til kunningarstovuna á telefon 30 24 25

Í summum førum verða lutir latnir kommununi. Tú hittir okkum á telefon 30 20 10 klokkan 9-16.

Klagur
Klagur

Bussvirksemið í Tórshavnar kommunu er lagt út til privatan veitara, og tað merkir, at bussførararnir starvast ikki hjá Tórshavnar kommunu, men hjá Gundurs Bussar.

Vilt tú klaga um, at bussurin er seinkaður, ella hevur tú spurningar um bussferðsluna, kanst tú ringja til Snarskivuna á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Vit syrgja fyri at senda tína klagu og spurningar víðari til Gundurs Bussar.

Klaga um bussleiðina

Vilt tú hava, at veitari okkara svarar tínari klagu, mást tú minnast til at upplýsa títt navn og telefonnummar í teldupostinum. Fyri at veitari okkara skal kunna gera nakað ítøkiligt við tína klagu, mást tú harafturat minnast til at greiða nærri frá hendingini. Minst til at viðmerkja:

  • Hvørja leið talan er um (til dømis leið 1)
  • Hvønn veg koyrdi bussurin (til dømis leið 1 móti Hamarinum)
  • Klokkutíðina (til dømis klokkan 8.10)
  • Dagfesting (til dømis 20. august 2024)
  • Hvat snýr tín klaga seg um (til dømis at bussurin fór ov tíðliga frá steðgiplássinum)

Kommunan skrásetir allar klagur og hevur eftirlit við, at klagurnar verða viðgjørdar.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15