Lurta
Tíðindi - 08. mai 2024

Vegamótið Skúlagøta/Tórgarðsgøta stongt 9.-11. mai í sambandi við vegarbeiði

Vegamótið Skúlagøta/Tórgarðsgøta er stongt frá Kr. himmalsferðardegi 9. mai 2024 klokkan 8 til leygardagin 11. mai klokkan 17. Vegamótið er stongt í sambandi við vegarbeiði við Eysturskúlan. Í hesum tíðarskeiðnum ber til at koyra frá Djóna í Geil gøtu til ovara part av Tórgeirsgøtu.

Bussleiðin verður umløgd í hesum tíðarskeiðnum. Leið 2 koyrir sostatt ikki eftir J. Broncksgøtu, Yviri við Strond og Tórgarðsgøtu, men eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R. C. Effersøes gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.

Í hesum tíðarskeiðnum ber til at koyra frá Djóna í Geil gøtu til ovara part av Tórgeirsgøtu.