Søk um vinnustykki

Vinnustykki í Tórshavnar kommunu verða lutaði út til tey, sum hava søkt um vinnustykki og standa á bíðilistanum. 

Tá ið vinnustykki annars eru tøk í fríari sølu, og møguliga undir serligum treytum, sært tú tað niðanfyri á hesi síðu, og vit lýsa eisini við hesum á forsíðuni og í tíðindaskrivum.



Vinnustykki
Vinnustykki á Ovara Hjalla til sølu

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum vinnustykki á Ovara Hjalla til sølu. 

Talan er um vinnustykki, ið liggja í B4 øki í 3. grundumráði  í almennu byggisamtyktini, og eru ætlað til vinnuvirki, verksmiðjur og tílíkt, og til tænastuvirksemi, ið hevur hevur samband við hesi. Og virksemið skal kunna flokkast í umhvørvisflokki 2 til 4 sambært reglum hjá Tórshavnar kommunu. Nærri ásetingar kunnu lesast í byggisamtyktini niðanfyri.

Vilt tú keypa eitt av hesum vinnustykkjum, trýstir tú á grøna knøttin, fyllir kravdu teigarnar út og viðheftir váttan um fígging, ið svarar til kostnaðin á stykkinum. Í sølulistanum niðast á hesari síðu sært tú, hvørji stykki eru tøk, bíløgd ella seld. 

Bílegg vinnustykki á Ovara Hjalla

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vinnustykkini liggja. Støddin á stykkjunum er frá 2.008 til 4.852 fermetrar. Vinnustykkini verða seld grovplaneraði við øllum tekniskum leiðingum og asfalteraðum vegi og gongubreytum. Hæddarmunur er inni á stykkjunum. Væntandi verða stykkini tøk til nýtslu í septembur 2025.

Við keypi krevur kommunan helmingin av metta kostnaðinum og verður restpeningurin kravdur til gjaldingar, tá ið stykkini eru matrikkuleraði og klár at taka í nýtslu. Tá verður endaligt skeyti avgreitt til tinglýsingar, sum keyparin rindar fyri.

Ein av treytunum í skeytinum er, at byggingin skal vera byrjað innan 2 ár frá tí, at endaligt skeyti er undirskrivað og tinglýst og klárt er at byggja á stykkinum, og byggingin skal vera liðug og byggiváttan útskrivað í seinasta lagið 4 ár eftir hetta. Eigarin kann ikki selja stykkið víðari uttan góðkenning frá Tórshavnar kommunu, fyrrenn byggingin er fullfíggjað.

Almenna byggisamtyktin sæst her:
Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Prinsippskitsa og -skurður sæst her:
Prinsippskitsa og -skurður

Umhvørvisflokkingin av virkjum sæst her:
Umhvørvisflokking av virkjum í Tórshavnar kommunu


Sølulisti

Her sært tú, hvørji vinnustykkir eru tøk, hvørji eru umbiðin og hvørji eru seld.

 Nummar

 Vídd m2

 Mettur prísur

 Støða

 Nr. 03 3.034 4.551.000 TØKT
    
 Nr. 05 3.510 5.265.000 TØKT
    
 Nr. 06 4.220 6.330.000 TØKT
    
 Nr. 11 4.852 7.278.000 TØKT
    
 Nr. 12 4.218 6.327.000 TØKT
    
 Nr. 13 2.748 4.122.000 TØKT
    
 Nr. 14 3.754 5.631.000 UMBIÐIÐ
    
 Nr. 18 2.008 3.012.000 UMBIÐIÐ
    
Nr. 202.0083.012.000UMBIÐIÐ
    
Nr. 232.0083.012.000TØKT
    
Nr. 242.0083.012.000TØKT

 

Gev gætur, at vinnustykkir á listanum kunnu vera umbiðin kortsíðan og sostatt ikki tikin av sølulistanum enn. Søkja fleiri um at keypa sama stykki, goyma vit allar umsóknirnar, soleiðis at vit kunnu bjóða næsta umsøkjara stykkið, um fyrsti keyparin sleppur sínari ætlan. Eisini kemur fyri, at seld stykkir verða latin inn aftur.

Hvussu sleppi eg á bíðilistan?

Fyri at koma á bíðilista til vinnugrundstykki, skalt tú fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað sum teldubræv til Snarskivuna á torshavn@torshavn.fo. Tín umsókn verður flokkað eftir tí virksemi, sum er lýst at vera á vinnuøkinum. 

Umsóknirnar verða raðfestar eftir umsóknardegi, sum er tann dagurin, umsóknin er Snarskivuni í hendi.  

Søk um vinnustykki

Mannagongd og treytir
Kann eg skráseta meg til fleiri vinnustykkir?

Ja. Tú skalt tó lata umsókn inn fyri hvørt vinnustykki sær.

Tá tú fært tillutað vinnustykki

Fært tú tillutað vinnustykki, sendir kommunan tær eitt nýtt spurnarblað, sum tú skalt svara og senda kommununi aftur. Spurnarskjalið skal geva eina neyva lýsing av teknisku viðurskiftunum, sum fara at vera á vinnuøkinum.

Reglur fyri virksemi á vinnustykkjum

Ynskir tú at hava virksemi á vinnustykkinum, áðrenn tú byggir á stykkinum, skalt tú fyrst søkja kommununa um loyvi. 

Ætlar tú at broyta virksemið á vinnustykkinum, skalt tú eisini fyrst søkja kommununa um loyvi.

Bingjur, ið standa longur enn 6 mánaðir á vinnustykkjum, skulu hava byggiloyvi.

Útleigan av óbygdum vinnustykki

Ætlar tú tær at leiga eitt óbygt vinnustykki út til onnur, skal virksemið, sum leigarin fer at hava á vinnustykkinum, góðkennast av Tórshavnar kommunu.

Víðarisøla av óbygdum vinnustykki

Tað er ikki loyvt at víðariselja óbygd vinnustykki.

Søla av ábygdum vinnustykki

Treytirnar, ið eru tinglisnar og settar í skeytið, eru galdandi fyri nýggja eigaran av stykkinum.

Goymsla og fyribilsgoymsla

Leggur tú tilfar á vinnustykkið, so uttanumøkið má metast sum fyribilsgoymsla, skal økið til fyribilsgoymslu merkjast og skýlast. Talan má ikki vera um goymslu, sum kemur undir kap. 5 í umhvørvisverndarlógini, uttan at neyðug góðkenning er fingin til vega.

Lógin um umhvørvisvernd

Vinnustykki skulu vera ruddilig

Vinnustykki skulu vera so rein og ruddilig sum gjørligt. Tað merkir millum annað, at vit ikki loyva, at vinnustykki verða nýtt uttan fyrilit. Lógin um umhvørvisvernd og kunngerðin um umhvørvisreglur og burturkast hava ásetingar hesum viðvíkjandi, sum tað er tín ábyrgd sum eigari at seta teg inn í og fylgja.  

Bakgrundskunning

Sum eigari ella leigari av vinnustykki skalt tú halda galdandi lógir og reglur. Tú skalt millum annað seta teg inn í lógina um umhvørvisvernd, kunngerðina um umhvørvisreglur og kunngerðina um burturkast.

Lógin um umhvørvisvernd

Lógina um umhvørvisvernd finnur tú her: Lógin um umhvørvisvernd (logir.fo)

Her skalt tú serliga hava í huga § 26. stk. 1:

»Fyritøkur, virki ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Nevndu fyritøkur, virki ella útbúnaðir mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend«

Kunngerð um umhvørvisreglur

Kunngerðina finnur tú her: Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo) 

Her skalt tú serliga hava § 1 stk. 1 í huga:

»Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein«

Kunngerð um burturkast

Kunngerðina finnur tú her: Kunngerð um burturkast (logir.fo)

Her skalt tú serliga hava § 10 og 11 í huga:

»Tað áliggur øllum at nýta innsavningarskipanirnar hjá kommunustýrinum ella tann avhendingar-møguleika, ið kommunustýrið vísir á. Tað er ikki loyvt at tveita ella lata burturkast, harundir ónýtilig akfør, skipsvrak, fiskaslógv, havhestafjøður, v.m., liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni«

»Burturkast skal avhendast regluliga fyri at fyribyrgja uppsavnan á staðnum. Kommunustýrið skal um neyðugt geva boð um, hvussu reglulig avhendingin skal vera«

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn
Les um Snarskivuna


torshavn@torshavn.fo 
30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15