Søk um stuðul til filmsframleiðslu

Ert tú ella fert tú í gongd við eina filmsverkætlan, kanst tú søkja Tórshavnar kommunu um stuðul til filmsframleiðslu. Tórshavnar býráð hevur sett 1 millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu.

Søk stuðul til filmsframleiðslu

Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum og soleiðis vera við til at stimbra filmsvinnuna í Føroyum.



Um stuðulin
Endamál

Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í Føroyum.

Dentur verður lagdur á vinnuligar menningarmøguleikar og útlitini fyri, at verkætlanin verður framd í verki. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim, og at móðurmál og mentan okkara verður styrkt við tað, at vit fáa filmar á føroyskum.

Hvør kann søkja?

Stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og virðisskapandi fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum.

Hetta merkir, at onkur av fylgjandi treytum skal vera lokin:

  • Søgan, sum verður søgd, skal hava samband við ella skapa virði fyri Tórshavnar kommunu
  • Filmurin verður tikin heilt ella lutvíst upp í Tórshavnar kommunu
  • Filmsfólk – tað verið seg nakrir leikarar ella framleiðarar, skulu verða úr Tórshavnar kommunu
  • Tað skal síggjast, at Tórshavnar kommuna hevur stuðlað filminum
  • Filmurin kann samframleiðast við land, aðrar kommunur og privatar fyritøkur í Føroyum og uttanlands.
Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla út allar kravdu teigarnar.

Søk stuðul til filmsframleiðslu

Umsóknarfreist

Umsóknarfreist 2025: 24. januar 2025.

Umsøkjarar kunnu vænta sær svar innan 1. apríl 2024.

Hvør viðger mína umsókn?

Ein bólkur, sum er settur saman av fólki frá umsitingini í Tórshavnar kommunu, Hugskotinum og umboðum úr filmsvinnuni, viðger umsóknirnar og ger tilmæli um, hvørjar verkætlanir eiga at fáa stuðul.

Tilmælið verður lagt fyri ávikavist Vinnunevndina og Fíggjarnevndina til støðutakan.

Hvussu verður stuðulin latin?

Stuðulin verður útgoldin soleiðis, at 3/4 verða útgoldnir, tá verkætlanin byrjar og seinasti 1/4, tá verkætlanin er liðug.

Stuðul hægri enn 100.000 kr. verður einans latin filmsframleiðslufeløgum, og krav verður sett um grannskoðaðan roknskap, tá verkætlanin er liðug.

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, Ráðhúsið
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo 

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-14.00