Søk um taðingarloyvi
Ætlar tú tær at taða, skalt tú minnast til at kunna teg um taðingarreglurnar. Tað gert tú við at lesa kunngerðina um taðing niðanfyri.
Til dømis er bert loyvt at taða í tíðarskeiðnum 15. mars til 15. oktober, og taðingin skal í mest møguligan mun fara fram í byrjanini av hesum tíðarskeiðnum.
Tað er undir ongum umstøðum loyvt at taða soleiðis, at tøðini seta beinleiðis út í áir, løkir, vøtn, tjørnir, fram við sjóvarmálanum ella á sjógv. Á vatnveitingarlendum er somuleiðis ikki loyvt at taða minni enn 50 metrar frá vatnbrunnum, áum, løkum og øðrum, sum leiða vatn í vatnbrunnin.
Kommunan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í taðingarkunngerðini verða fylgdar.
Hevur tú fyri neyðini at taða uttan fyri loyvda tíðarskeiðið, noyðist tú at søkja kommununa um undantaksloyvi.
Sum ábyrgdari skalt tú gera eina taðingarætlan, sum tú sendir inn til kommununa at góðkenna, áðrenn tú kanst taða.
Í taðingarætlanini skalt tú lýsa:
- Hvussu taðingin verður skipað
- Hvar tú sprænir tøðini
Nýt oyðublaðið niðanfyri, tá tú gert tína taðingarætlan. Viðfest oyðublaðið í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Taðingarætlan" í evnisteigin.
Skalt tú goyma tøð, skalt tú staðseta goymsluna soleiðis, at minst møguligur vandi er fyri dálkingaróhappum. Tú skalt somuleiðis gera eina tilbúgvingarætlan, sum fevnir um fyribyrging av dálkingaróhappum.
Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar og líknandi skulu millum annað:
- Vera vatntættir í botninum og í vegginum
- Hava girðing rundanum
- Hava lok
Nýt oyðublaðið niðanfyri, tá tú letur okkum tína tilbúgvingarætlan. Viðfest oyðublaðið í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Tilbúgvingarætlan í samband við tøðgoymslu" í evnisteigin.
Tá tú taðar, hevur tú skyldu til at skráseta taðingina við hesum upplýsingum:
- Tíðarskeiðið tú hevur taðað
- Hvar tú hevur taðað
- Nøgdina av tøðum
Biðja vit teg um tína taðingarætlan, skulu øll hesi viðurskifti vera lýst.
Tað er umráðandi, at taðingin fer fram í samsvari við allar taðingarreglurnar. Kunna teg um reglurnar í kunngerðini niðanfyri.
Skalt tú taða á einum øki, sum tú ikki hevur ræðisrættin á, skalt tú fyrst gera eina skrivliga avtalu við lendiseigaran, sum hevur ræðisrættin.
Tú finnur avtaluskjalið niðanfyri. Viðfest skjalið í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Taðing á lendi hjá øðrum" í evnisteigin.
Í bý- og bygdaøkjum er ikki loyvt at taða nærri enn 50 metrar frá bústøðum. Ynskir tú at taða nærri enn 50 metrar frá bústøðum, skalt tú søkja kommununa um undantaksloyvi.
Treytirnar fyri at fáa undantaksloyvi eru, at tú ikki hevur nøktandi øki at taða á, og at tú letur okkum umsókn við nøktandi grundgeving fyri undantakinum. Tú finnur umsóknarskjalið niðanfyri.
Minst til, at tú framvegis skalt fylgja øllum reglum í taðingarkunngerðini, til dømis reglunum um taðing í ymiskum veðurlíkindum.
Umsókn um undantak frá taðingarregluni um 50 metra frástøðu frá bústøðum
Í kommununi kunnu vit bara geva tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða uttan fyri ásetta tíðarskeiðið, um týðandi fyrilit tala fyri hesum. Sostatt skalt tú grundgeva fyri undantakinum í tínari umsókn.
Soleiðis søkir tú
Tú skalt senda eina skrivliga umsókn, ið skal hava:
- Lýsing og grundgeving fyri tørvinum
- Taðingarætlan
- Staðsetingina, har tú ætlar at taða
- Støddina á lendinum, tú ætlar at taða
- Nøgdina av tøðum, tú ætlar at taða
Send umsóknina til torshavn@torshavn.fo og minst til at skriva "Umsókn um undantak frá taðingartíðarskeiðnum" í evnisteigin.
Umsókn um undantak frá taðingartíðarskeiðnum 15. mars til 15. oktober
Tað er ikki loyvt at taða í øki oman fyri 250 metra hæddarkurvina. Í kunngerðarblaði A, hefti 23, síðu 196, finnur tú eitt yvirlit yvir tey øki, sum liggja oman fyri 250 metrar. Kunngerðarblaðið finnur tú á logir.fo. Kunngerðarblaðið er lagt við Taðingarkunngerðini.
Vilt tú søkja um undantøku frá hesi reglu, skalt tú senda Umhvørvisstovuni eina skrivliga umsókn við grundgeving fyri tínari ætlan.
Avgerðir hjá kommununi kunnu kærast til Umhvørvisstovuna. Kæran skal kortini sendast til kommununa, sum síðan sendir hana til Umhvørvisstovuna saman við viðkomandi skjølunum í málinum.
Tú skalt senda okkum kæruna innan fýra vikur frá tí degi, tú hevur fingið boð um okkara avgerð.
Vilt tú kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, skalt tú senda tína kæru til Innlendismálaráðið. Hetta skalt tú gera innan fýra vikur frá tí degi, tú hevur fingið boð um avgerðina hjá Umhvørvisstovuni.