Vilt tú hava loyvi til at reka matstovu, skalt tú søkja Loyvisnevndina um loyvi. Fyri at søkja Loyvisnevndina um matstovuloyvi, skalt tú altíð útvega tær eina bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi.
Partur av brunagóðkenningini hjá kommununi er at áseta mest loyvda tal av gestum á staðnum. Kommunan skal eisini umhvørvisgóðkenna virksemið. Tað vil siga, at vit skulu tryggja okkum, at virksemið samsvarar við galdandi umhvørvisreglurnar.
Hvat krevst av tínari umsókn annars veldst um, hvat slag av virksemi, tú søkir um loyvi til. Í ávísum førum noyðist tú til dømis eisini at útvega tær eina løggildingarváttan ella eitt skrásetingarskjal frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella eitt alment loyvi frá løgregluni.
Niðanfyri sært tú, hvørjir myndugleikar eru viðkomandi fyri ymisku sløgini av virksemi, og hvørjar váttanir, skrásetingar ella løggildingar eru kravdar. Tú skalt tó minnast til, at tað til eina og hvørja tíð eru krøvini og leiðbeiningarnar frá Loyvisnevndini, sum eru galdandi. Niðast á hesi síðuni finnur tú eisini eitt yvirlit yvir mannagongdina fyri viðgerð av tínari umsókn um matstovuloyvi.
Fortreytir fyri at søkja matstovuloyvi
Gistingarhúsvirksemi
Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
Matstovuvirksemi
Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
Løggildingarváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Kafévirksemi
Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
Løggildingarváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Diskoteksvirksemi
Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
Skrásetingarskjal frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Alment loyvi frá løgregluni
Kunna teg um, hvussu tú søkir alment loyvi á heimasíðuni hjá løgregluni ella á okkara síðu um alment loyvi.
Tá kommunan fær tína umsókn, viðger Byggi- og umhvørvisdeildin umsóknina og kannar eftir, um skjøl mangla. Tá vit hava fingið øll skjølini frá tær, gera vit avtalu við teg um eftirlit.
Kommunan kemur á eftirlitsvitjan
Kommunan ger eftirlit á staðnum og sendir tær síðan eina eftirlitsfrágreiðing við møguligum krøvum um tillagingar, sum mugu gerast, áðrenn váttanin kann latast.
Tillagingar verða gjørdar
Tú gert kravdu tillagingarnar og boðar kommununi frá, tá viðurskiftini eru komin í rættlag.
Kommunan undirskrivar váttanina
Tá alt er gjørt sambært krøvunum frá kommununi, skrivar kommunan undir váttanina og sendir hana til Loyvisnevndina.
Loyvisnevndin útskrivar loyvið
Loyvisnevndin útskrivar endaliga loyvið, sum er galdandi í fýra ár.