Tú søkir um skrivligt loyvi frá kommununi og møguligum lendiseigara til at ráða yvir vegnum ella økinum. Nýt umsóknarknøttin omanfyri. Fyll skjalið út og send tað í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Umsókn um stórt tiltak á kommunalum øki« í evnisteigin í teldupostinum.
Tá tú hevur fingið skrivligt loyvi frá kommununi og møguligum lendiseigarum, skalt tú fylgja listanum yvir kravd fylgiskjøl til umsóknina. Listan finnur tú í umsóknarblaðnum hjá løgregluni.
Tú skalt millum annað framleiða:
- Fullfíggjaðar lýsingar av samlaða tiltakinum og einstøkum tiltøkum
- Kort ella tekningar yvir økini
- Ætlan fyri ferðsluna og parkeringsviðurskifti
- Trygdarætlan
- Yvirlit yvir ábyrgdarfunktiónir við sambandsupplýsingum
Kunna teg nærri í umsóknarblaðnum á heimasíðuni hjá løgregluni.
Løgreglan fær tína umsókn í seinasta lagi 14 vikur, áðrenn tiltakið skal byrja. Lýkur tín umsókn treytirnar, skrásetur løgreglan umsóknina innan eina viku frá móttøkudegnum og kunnar teg um, hvat síðan fer fram í málinum.
Innan eina viku eftir skrásetingardagin hjá løgregluni sendir løgreglan tína umsókn víðari til kunningar og hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum.
Tá løgreglan hevur fingið svar frá myndugleikunum, boðar løgreglan tær frá møguligum vantandi viðurskiftum ella øðrum, sum tú mást fáa í rættlag, áðrenn loyvið kann gevast.
Tá tú hevur rættað møgulig manglandi viðurskifti, og tín umsókn lýkur krøvini, skrivar løgreglan loyvið út.