Søk um loyvi til at seta tilfar á kommunalan veg
Skalt tú nýta kommunalt vegaøki til at seta bingju, hjólskúr, byggipall ella tílíkt upp, skalt tú hava loyvi frá Tórshavnar kommunu.
Søk um loyvi til at seta tilfar á kommunalan veg
Hevur tú tørv á einari bingju til burturkast ella tílíkt, skalt tú í flestu førum seta teg í samband við ein lastbilaførara. Kortini skalt tú altíð seta teg í samband við kommununa, sum er vegamyndugleiki, og við løgregluna, sum er ferðslumyndugleiki. Syrg fyri at spyrja kommununa og løgregluna um loyvi í góðari tíð.
Við atliti at ferðslutrygdini eigur tú at seta bingjuna á egnari ogn.
Á ferðsluvegi geva vit bara í heilt serligum føri loyvir til at seta bingjur, hjólvognar, byggipallar og tílíkt upp. Á stóru ferðsluvegunum geva vit ikki loyvi.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á knøttin omanfyri og fyll skjalið út. Hetta kanst tú gera á telduni
- Minst til at greiða frá tínari skeltingarætlan í skjalinum. Hetta gert tú undir teiginum "skitsa"
- Send skjalið við undirskrift í teldupost til torshavn@torshavn.fo
Vit senda skjalið víðari til viðkomandi myndugleikar.