Søk um byggiloyvi til vinnuliga bygging
Á hesari síðuni hava vit savnað kunning til tín, sum gongur við ætlanum um at fara undir vinnuliga bygging í Tórshavnar kommunu.
Í leititeiginum niðanfyri kanst tú fáa ymiskar upplýsingar fram um títt grundstykki, til dømis byggisamtyktir, friðingarviðurskifti og annað. Skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin.
Minst eisini til at kanna, hvørjar ásetingar eru at finna í skeytinum. Skalt tú hava avrit av tinglisnum byrðum ella eina tingbókaváttan, mást tú venda tær til Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni ella nýta tinglýsingarskipanina.
Kanna fyrst tíni viðurskifti – millum annað, hvat er galdandi fyri títt grundstykki. Tað kanst tú gera við at nýta leititeigin omanfyri og við at kanna ásetingarnar í skeytinum. Í tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni sært tú rættindini, ið eru knýtt at føstum ognum.
Finn ein skikkaðan ráðgeva til at leggja verkætlanina til rættis fyri teg.
Bið Byggimálsdeildina í Tórshavnar kommunu um ein forfund. Ein forfundur er ein innleiðandi samrøða. Í samrøðuni fáa vit greiðu á, hvat ber til á tínum grundstykki, hvat ikki ber til og hvørjar reglur eru galdandi annars. Vit avtala eisini tíðarætlanina fyri byggimálsviðgerðina.
Tú skalt vera greið yvir, at tað er ikki bara nýggj vinnubygging og uppíbygging, sum krevja byggiloyvi. Broytist nýtslan av bygninginum, ella gert tú ávísar umbyggingar innandura, mást tú eisini søkja um byggiloyvi.
Her sært tú, hvørjar byggingar krevja loyvi:
- Nýbygging – krevur loyvi
- Uppíbyggingar – krevur loyvi
- Umbygging – krevur loyvi
- Broyting av virksemi – krevur loyvi
- Antennur – krevja loyvi. Hetta er tó bert galdandi fyri størri antennur, til dømis 1 metur í tvørmáti fyri skálir. Byggimyndugleikin metir í hvørjum einstakum føri um, hvørt byggiloyvi krevst
- Brunnar – krevja loyvi. Brunnar eru tó aloftast partur av eini størri verkætlan
- Vindmyllur – krevja vanligt byggiloyvi
- Fjós – krevur loyvi
- Skelti – byggimyndugleikin ger eina meting. Tú skalt venda tær til Byggimálsdeildina í Tórshavnar kommunu
- Niðurtøka av vinnuligum bygningi – loyvi krevst til niðurtøku av bygningum størri enn 50 fermetrar
Tú kanst søkja um loyvi á síðum okkara um bygging.
Í sambandi við vinnuligt virksemi kann vera neyðugt við øðrum loyvum, til dømis:
- matstovu-, dansi- og skeinkiloyvi í sambandi við matstovur og tílíkt
- løggildingar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í sambandi við størri køkar
- loyvi frá Umhvørvisstovuni í sambandi við virki, sum eru serliga dálkandi
Ja, bygging í búnaðarøki krevur loyvi sum vanlig bygging. Av tí at búnaðarøkini oftast liggja í sonevnda fjórða grundøki í almennu byggisamtyktini, kanst tú í flestu førum bara byggja til landbúnaðarendamál, so sum fjós og tílíkt.
Tú søkir sum vanligt á síðum okkara um bygging. Tú sært yvirlit yvir síðurnar her: