Søk um ergo- ella fysioterapi
Ert tú fólkapensjonistur við skerdum virkisførleika, ella hevur tú verið innløgd á sjúkrahúsi og hevur tørv á framhaldandi endurvenjing? Ella ynskir tú eina førleikameting og ráðgeving frá terapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni ella ráðgeving um bústaðartillaging og hjálpartól? So kanst tú søkja ymisku tilboðini frá ergo- og fysioterapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Søk um ergo- ella fysioterapi á Vanganum
Rita inn við Samleikanum.
Hjálpin frá ergo- og fysioterapeutunum fevnir um 6 ymisk tilboð. Tað vil siga, at tú mást velja tað tilboðið, sum er viðkomandi fyri teg og tína heilsustøðu, tá tú søkir. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir møguleikarnar, tú hevur at velja í, tá tú skalt søkja um ergo- ella fysioterapi.
Ivast tú í, hvat er rætta tilboðið fyri teg, kanst tú altíð venda tær til Heilsuhúsið í Brekkutúni í Hoyvík, ella til leiðandi ergo- ella fysioterapeut.
HEILSUHÚSIÐ
Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo
LEIÐANDI ERGOTERAPEUTUR
Katrin Jespersen
Tel. 79 31 34
LEIÐANDI FYSIOTERAPEUTUR
Jákup Petur Eliasen
Tel. 79 31 45
Hetta er til tín, sum ynskir eina serkøna meting av tínari førleikastøðu. Í sama viðfangi kanst tú fáa ráðgeving um, hvussu tú best kann menna og halda tínar førleikar við líka. Kunna teg nærri um tilboðið á síðu okkara um førleikameting og ráðgeving. Her kanst tú eisini søkja tilboðið.
Hetta er tilboð til tín, sum hevur skerdan virkisførleika, ella har heilsustøðan er broytt soleiðis, at tú hevur trupult við at megna gerandisdagin. Tú finnur kunning um hetta tilboðið og umsókn á síðu okkara um fyribyrgjandi venjing í FIMI:
Hetta er eitt tilboð til tín, sum hevur munandi skerdan virkisførleika í gerandisdegnum, og sum hevur trupult við at luttaka sum samfelagsborgari. Kunna teg nærri um tilboðið á síðuni um rehabilitering. Her hevur tú eisini møguleika fyri at søkja um tilboðið.
Hetta er tilboð til tín, sum hevur fyri neyðini at endurvenja tinar førleikar. Hetta kann til dømis vera viðkomandi, um tú hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing. Endurvenjing til heimabúgvandi kann eisini koma uppá tal, um tú hevur verið sjúk, ert viknað, hevur pínu ella ert í vanda fyri at missa førleikar og hevur ilt við at megna gerandisdagin á sama hátt sum áður.
Kunna teg nærri um tilboðið á síðu okkara um endurvenjing til heimabúgvandi. Her kanst tú eisini søkja um tilboðið.
Hetta er til tín, sum hevur varandi sjúku, og sum hevur áhuga í at venja og vera saman við øðrum í somu støðu. Talan er um eitt venjingar- og undirvísingarskeið, sum ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni skipa fyri. Kunna teg nærri og søk tilboðið á síðu okkara um tilboðið til fólk við varandi sjúku.
Tilboðið er til tín, sum hevur niðursettan førleika, og har bústaðurin av tí sama er vorðin óhóskandi at búgva í. Ergoterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni kann hjálpa tær við at meta um tín tørv og geva tær leiðbeining, tá tú skalt søkja um hjálpartól ella bústaðartillaging frá Almannaverkinum.
Kunna teg nærri á síðuni um hjálpartól og bústaðartillaging, har tú eisini kanst søkja um tilboðið.