Stúrin um vaksið fólk
Her finnur tú upplýsingar um, hvønn tú kanst venda tær til, kennir tú ein vaksnan, ella hevur tú hitt ein persón, sum tykist at tørva hjálp.
Hittir tú ein persón, sum tørvar hjálp, kanst tú ringja til Almannaverkið. Í Almannaverkinum eru uppsøkjandi toymi, ið kunnu hjálpa tær og geva tær ráð.
ALMANNAVERKIÐ
Staravegur 18
100 Tórshavn
Tel. 36 00 00
Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Stúrir tú um ein avvarðandi ella um ein vin, sum tú metir hava tørv á hjálp, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Almannaverkið. Í Almannaverkinum eru toymi, sum fylgja við fráboðanum, ið koma inn umvegis teldupost.
ALMANNAVERKIÐ
Staravegur 18
100 Tórshavn
av@av.fo
Tel. 36 00 00
Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Um ein granni hjá tær ella ein borgari, sum tú javnan sært, tykist at hava trupult við at fáa sín gerandisdag at hanga saman ella á annan hátt elvir til stúran, kanst tú venda tær til Heilsuhúsið í Hoyvík. Hetta kann til dømis vera, um viðkomandi hevur torført við at minnast.
HEILSUHÚSIÐ
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00
Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadagar kl. 8 - 15.
Vit viðgera tína fráboðan við varsemi.