Hevur tú tørv á heimarøkt?

Hevur tú tørv á persónligari ella handaligari hjálp, kanst tú søkja Heilsu- og umsorganartænastuna um heimahjálp. Kunna teg nærri um møguleikarnar niðanfyri.



Heimarøkt og endurvenjing
Hvat kann eg søkja um?

Vit veita tvey sløg av heimarøkt:

  • Tíðaravmarkaða heimarøkt
  • Varandi heimarøkt


T
ÍÐARAVMARKAÐ HEIMARØKT

Tíðaravmarkað heimarøkt er til tín, sum vegna sjúku hevur tørv á persónligari ella handaligari hjálp, og sum væntar at gerast sjálvhjálpin aftur.

Vit veita heimarøktina við støði í tínum førleikum og í teimum funktiónum, sum hava týdning fyri teg. Sostatt er heimarøktin eitt samstarv millum teg og okkum við tí endamáli, at tú eftir heimarøktina fært klárað teg við minni ella ongari hjálp.

Tíðaravmarkaða heimarøktin virkar á tann hátt, at ein ergo- ella fysioterapeutur kemur á heimavitjan hjá tær. Saman seta tit mál fyri, hvussu tú við venjing kanst koma fyri teg. Venjingin kann til dømis skipast soleiðis, at tú saman við okkum venur teg at lata teg í sjálv, smyrja breyð ella at gerast gongufør aftur.

VARANDI HEIMARØKT

Varandi heimarøkt er til tín, sum ikki megnar, ella lutvíst megnar, at taka tær av tíni persónligu røkt í gerandisdegnum og tí hevur tørv á varandi heimarøkt fyri at fáa ein góðan gerandisdag. Endamálið við heimarøktini er at hjálpa tær at vera so sjálvbjargin, sum gjørligt.

Áðrenn vit veita heimarøktina, kemur ein visitator heim til tín og ger sær eina meting um tín tørv á hjálp og røkt. Hjálpin og røktin, tú fært, er tengd at tínum tørvi og kann til dømis vera hjálp til persónligt reinføri, matgerð, at vaska klæði, at reiða song upp og hjálp við heilivági.

Alla heimarøktina, sum vit veita í Heilsu- og umsorganartænastuni, veita vit sambært Løgtingslógini um heimatænastu og eldrarøkt.

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt (logir.fo)

Hvør kann fáa heimarøkt?

Tú kanst fáa heimarøkt, um tú ikki megnar ella hevur trupult við at taka tær av tíni persónligu røkt og handaligum uppgávum heima. Heimarøktin kann til dømis vera hjálp til at vaska klæðir, bíleggja vørur, borðreiða ella skifta á songini.

Avgerðin um hjálp byggir á eina samrøðu, sum ein visitator hevur við teg. Út frá samrøðuni lýsa vit og skjalprógva vit tínar førleikar og møguligan tørv á hjálp. Tað vil siga, at vit veita tær heimarøktina við støði í tínum tørvi. Tí ber ikki til at siga frammanundan, hvørja hjálp tú fært.

Ert tú fólkapensjonistur, er tað Heilsu- og umsorganartænastan, sum veitir hjálpina.

Ert tú yngri enn 67 ár, er tað Almannaverkið, sum metir um tín tørv á endurvenjing, meðan Heilsu- og umsorganartænastan veitir tær persónliga heimarøkt í tøttum samstarvi við Almannaverkið.

Hvussu søki eg um heimarøkt?

Ynskir tú at søkja um heimarøkt, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til móttøkuna í Heilsuhúsinum í Hoyvík.

HEILSUHÚSIÐ Í HOYVÍK

Brekkutún 1 
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00 (mánadag til hósdag kl. 8-15.30 og fríggjadag kl. 8-15)

heilsuhúsid@torshavn.fo

Hvat hendir, tá eg seti meg í samband við tykkum?

Tá tú vendir tær til móttøkuna í Heilsuhúsinum, senda vit eina áheitan til ein visitator, sum setur seg í samband við teg. Tú og tíni avvarðandi avtala síðan eina heimavitjan við viðkomandi.

Undir heimavitjanini lýsa og skjalprógva vit tín tørv, tínar førleikar og tíni ynski. Saman meta vit um møguleikan fyri, at tú við venjing ella hjálpartólum kann gerast meira sjálvhjálpin. Síðan leggja vit tíðaravmarkaðu heimarøktina til rættis í samráð við teg.

Tá heimarøktin er løgd til rættis, venur tú saman við starvsfólkum úr okkara toymi, sum fevnir um ergoterapeutar, fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og starvsfólk úr heimarøktini. Seinni meta vit um tín tørv á varandi heimarøkt.

Heimarøktin, vit veita, er altíð tengd at tínum tørvi og førleikum.

Kostar tað nakað at fáa heimarøkt?

Gjald fyri heimarøkt er ásett sambært galdandi kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. seinast broytt 30. januar 2023, og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu


Hvat er umráðandi at vita, tá eg fái heimarøkt?

Vit veita okkara tænastu við tí fyri eyga at varðveita eitt virðiligt samskifti millum teg, tíni avvarðandi og okkara starvsfólk.

Í hesum sambandi mást tú gera tær greitt, at fært tú játtað heimarøkt frá okkum, verður títt heim samstundis okkara arbeiðspláss. Vit ynskja, at starvsfólk okkara skulu hava góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tey eru arbeiðsfør í so nógv ár, sum gjørligt. Tí kanna vit títt heim, áðrenn vit veita tær heimarøktina. Hetta fyri at tryggja okkum, at vit kunnu veita okkara tænastu undir tryggum umstøðum fyri teg og fyri starvsfólk okkara. Til dømis kann verða neyðugt at fáa til vega ymisk hjálpitól ella gera broytingar í heiminum, áðrenn vit fáa veitt tær tænastuna.

Áðrenn tú kanst fáa heimarøkt, er somuleiðis umráðandi, at títt heim er reint og ruddiligt, soleiðis at tað er atkomuligt hjá okkara starvsfólkum at veita tær tænastuna.

Tú og tíni avvarðandi hava ábyrgd av, at atkomuviðurskiftini uttandura eru í lagi. At atkomuviðurskiftini eru í lagi merkir millum annað, at nøktandi ljós er uttandura, at kavin er ruddaður, og at túnið er saltað, tá tørvur er á tí.

Roykir tú, seta vit sum krav, at tú luftar væl út, áðrenn vit koma í heimið, og at tú ikki roykir, meðan vit arbeiða.

Hevur tú húsdjór, skulu hesi vera í bandi, í búri ella í øðrum rúmi, meðan okkara starvsfólk eru inni, tí starvsfólk okkara kunnu hava ovurviðkvæmi ella vera bangin fyri djórum.

Kann eg fáa reingerðartænastu?

Í samband við at søkt verður um heimarøkt, ber til í serligum føri at søkja um reingerðartænastu.
Treytin fyri at fáa reingerðartænastu er broytt við samtykt í Tórshavnar kommunu í november 2023 soleiðis, at tað eru einans borgarar, sum fáa umfatandi heimarøkt, ið kunnu fáa játtað reingerðartænastu. 

HVUSSU SØKI EG UM REINGERÐARTÆNASTU
Tá tú søkir um heimarøkt, kemur eitt starvsfólk frá Heilsuhúsinum heim til tín og ger eina meting um tín tørv á hjálp og røkt.

Fært tú játtað umfatandi heimarøkt, vísur starvsfólkið á, at tú eisini kanst søkja um reingerðartænastu, og flýggjar tær eitt oyðublað at fylla út.

HVUSSU OFTA FÁI EG REINGERÐ
Fært tú játtað reingerðartænastu, verður tænastan veitt triðju hvørja viku.

Kostnaðurin er kr 178,-  pr. reingerð.

HVØR KANN SØKJA UM REINGERÐARTÆNASTU
Tað eru einans borgarar, sum hava fingið játtað umfatandi heimarøkt, sum fáa játtað reingerðartænastu.

Havi eg aðrar møguleikar?

Ert tú eldri og hevur niðursettan førleika, og ger hetta tín bústað óhóskandi at búgva í, ber í summum førum til at tillaga bústaðin, soleiðis at hann hóskar til tín tørv. Í summum førum ber eisini til at lætta um gerandisdagin við hjálpartólum. Kunna teg nærri um hesar møguleikar umvegis leinkjurnar niðanfyri.

Ert tú fólkapensjonistur, kanst tú søkja um onnur tørvsmett tilboð frá Heilsu- og umsorganartænastuni. Les meira um hetta á síðu okkara um tørvsmett tilboð til fólkapensjonistar.

Almannaverkið – Hjálpartól og bústaðartillagingar (av.fo)

Tørvsmett tilboð til fólkapensjonistar

Onnur kunning

Les meira í faldara okkara um Heimatænastuna.

Heimatænastan

Átrokandi boð uttanfyri vanligu telefontíðina?

Hevur tú átrokandi boð uttanfyri vanligu telefontíðina um kvøldið og í vikuskiftinum, kanst tú ringja til heimahjálpina í vesturbýnum ella eysturbýnum.

Gev gætur, at heimatænastan ikki veitir bráðfeingistænastu. Hevur tú til dømis tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð, skalt tú ringja til læknavaktina.


Heimahjálpin í vesturbýnum

Tel. 79 31 21 (kl. 15.30-23)


Heimahjálpin í Eysturbýnum

Tel. 79 31 61 (kl. 15.30-23)

Heilsuhúsið
Heilsuhúsið

Brekkutún 1, 188 Hoyvík
Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

heilsuhusid@torshavn.fo
Tel. 30 20 00

Heimahjálpin í vesturbýnum
Tel. 79 31 99

Heimahjálpin í eysturbýnum
Tel. 79 31 61

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00



Mánadag - sunnudag15.30-23

 

   
Mánadag - sunnudag15.30-23