Bráðfeingishjálp

Her sært tú, hvagar tú kanst venda tær, um tú fært bráðfeingis tørv á hjálp:

Neyðarkall tel. 112

Politistøðin tel. 35 14 48

Læknavaktin tel. 1870



Hvar kann eg fáa bráðfeingishjálp?
Bráðfeingishjálp til børn og ung

Hevur eitt barn ella ungt fólk undir 18 ár tørv á bráðfeingishjálp, skalt tú í vanligari arbeiðstíð venda tær til Barnaverndartænastuna á tel. 30 20 60.

Uttan fyri vanliga upplatingartíð og í vikuskiftum skalt tú ringja til vakttelefonina hjá Barnaverndartænastuni á tel. 21 60 12.

Les meira um Barnaverndartænastuna her:

Stúrin um samborgara

Átrokandi tannviðgerð til børn

Tørvar tær bráðfeingisviðgerð hjá tannlækna uttan fyri vanliga arbeiðstíð, kanst tú ringja til tel. 30 25 25. Her fært tú nærri boð um, hvussu tú skalt handfara støðuna.

Átrokandi tannviðgerð til vaksin

Ert tú yvir 18 ár, og tørvar tær bráðfeingisviðgerð hjá tannlækna uttan fyri vanliga arbeiðstíð, kanst tú ringja á tel. 31 45 44.

Snartænastan til praktiskar trupulleikar tel. 30 20 10 ella 31 81 80

Snartænastan er ein bráðfeingis telefontænasta, ið tú kanst venda tær til sum borgari í Tórshavnar kommunu, um bráðfeingis trupulleikar stinga seg upp.

Dømi um bráðfeingis trupulleikar, tú kanst venda tær til Snartænastuna við:

  • Rottangatøming
  • Oljudálking
  • Ólag á ferðslu ella gøtuljósi
  • Fráboðan um vespubýli
  • Fráboðan um rottu

Tórshavnar Sløkkilið umsitur og rekur Snartænastuna. Telefontænastan svarar hvønn dag alt samdøgrið.

Snartænastan svarar soleiðis: