Blóðroyndartænasta

Ert tú sjúk ella óhjálpin, og hevur tú trupult við at møta upp til blóðroyndir, kanst tú fáa hjálp frá blóðroyndartænastuni í Tórshavnar kommunu. Tín lækni bíleggur blóðroyndina.

Blóðroyndartænastan er eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum. Tænastan gongur soleiðis fyri seg, at ein bioanalytikari frá Rannsóknarstovuni koyrir út til tín fyri at taka blóðroyndina heima hjá tær.

Gev gætur, at fært tú ikki sjálv svarað fyri teg, og er eingin avvarðandi til staðar, mást tú vera eyðmerkt við ID-armbandi ella líknandi, meðan blóðroyndin verður tikin.



Um blóðroyndartænastuna
Hvør kann brúka blóðroyndartænastuna?

Tænastan er ætlað tær, sum læknin metir vera so mikið sjúka ella óhjálpna, at tú bara fært møtt á ambulatoriinum við hjálp frá portørum, røktarstarvsfólki ella avvarðandi.

Tænastan fevnir bæði um heimabúgvandi borgarar og um fólk, sum búgva á eldrabústovni ella á sambýli í Tórshavnar kommunu.

Hvørji sløg av blóðroyndum fevnir tænastan um?

Blóðroyndartænastan fevnir bara um vanligar blóðroyndir.

Gev gætur, at tænastan undir ongum umstøðum fevnir um akutt-sjúklingar. Blóðroyndir, sum skulu takast akutt, verða vístar til ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum.

Hvør kann bíleggja blóðroyndir umvegis blóðroyndartænastuna?

Sjúkrahúslæknar og kommunulæknar kunnu bíleggja blóðroyndir frá blóðroyndartænastuni.

Skalt tú biðja um blóðroyndir, kanst tú senda ein teldupost til laboratorie@ls.fo (áðrenn kl. 10 mánadag) ella ringja til Rannsóknarstovuna á tel. 30 45 20 (gerandisdagar kl. 10-12). Skal royndin takast fylgjandi týsdag, skalt tú ringja til Rannsóknarstovuna í seinasta lagi mánadag kl. 12.

Tá læknin bíleggur blóðroynd frá Blóðroyndartænastuni, skal læknin upplýsa:

  • Títt navn
  • Títt p-tal
  • Tín Bústað
  • Títt telefonnummar ella telefonnummar hjá avvarðandi
  • Navn á læknanum, sum bíleggur blóðroyndina

Læknin bíleggur síðan blóðroyndir í Cosmic.

Hvørjar dagar verða blóðroyndir tiknar?

Blóðroyndartænastan tekur blóðroyndir ein dag um vikuna. Eru ov fáar ella ov nógvar blóðroyndir bílagdar, kunnu blóðroyndirnar verða útsettar til vikuna eftir.

Onnur kunning

Les meira í faldara okkara um blóðroyndartænastuna.

Blóðroyndartænastan

Heilsuhúsið
Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15