Lágargarður

Stoffalág 84
110 Tórshavn
heilsuhusid@torshavn.fo
Tel. 35 67 88
Eindarleiðari: Ingun Eidesgaard

Vís á korti

Lágargarður

Lágargarður er eitt røktarheim í Stoffalág 84 við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð.  Arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen hava teknað heimið, sum læt upp í september 1987.

Heimið er innrættað í einari hædd við trimum búeindum og einari felagslon. Hvør eind hevur pláss fyri 16 búfólkum. Sostatt eru 48 búpláss á Lágargarði.

Í stóru felagslonini hava vit køk, matarhøll, virkisstovu, fysioterapi, hárfríðkan, fótarøkt, samkomuhøll og rúmlig gongsøki. Her er góður møguleiki fyri rørslu, bæði innan- og uttandura, til gongu og í koyristóli, tí ongar trappur ella gáttir forða, og framvið vegginum eru handlistar at halda sær í.

Uttanfyri er sera heimligt við góðum atkomumøguleikum og prýðiligum urtagørðum uttan fyri hvørja lon. Uttan um heimið eru smáar hugnaligar gøtur, ið binda Lágargarð og Boðanesheimið saman.

Á Lágargarði leggja vit stóran dent á, at tú sum búfólk varðveitir tínar førleikar og eginumsorgan so leingi sum gjørligt. Vit hava nógv ymisk serkøn starvsfólk, og í samráð við teg royna vit altíð at gagnnýta tvørfakligu møguleikarnar, sum eru til staðar á Lágargarði.



Samband við Lágargarð
Hvussu fái eg samband við Lágargarð?


Lágargarður

Stoffalág 84

100 Tórshavn

Tel. 35 67 88


Eindarleiðari

Ingun Eidesgaard
ingune@torshavn.fo


Miðstova

Tel. 35 67 83

Arnleyg Svabo Haraldsen, deildarleiðari
arnleygh@torshavn.fo

Silja Mikkelsen, varadeildarleiðari (í farloyvi)
siljam@torshavn.fo

Handarastova

Tel. 35 67 84

Maja Warberg, deildarleiðari
maja@torshavn.fo

Anita Lava Olsen, varadeildarleiðari
anitalo@torshavn.fo


Heimarastova

Tel. 35 67 82

Christa Joan Niclasen, deildarleiðari
christan@torshavn.fo

Evi Poulsen, varadeildarleiðari
evip@torshavn.fo

Virkis- og venjingarstovan

Augusta Mikkelsen, deildarleiðari
augustam@torshavn.fo


Køkurin

Tel. 35 67 81

Camilla B. H. Hansen, køksleiðari
lagarkok@torshavn.fo


Vaskaríið

Tel. 22 71 31


Húsavørðar

Sofus Joensen
sofusj@torshavn.fo


Óskar Eiriksson
oskare@torshavn.fo

Finn Lágargarð á korti

Vís kort í fullari stødd

Praktisk kunning til nýggj búfólk
Hvussu søki eg um búpláss?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um búpláss á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.

Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 48
Búfólk 48
Búrúm
  • Egið búrúm
  • WiFi netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Felags baðirúm
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vask av klæðum
  • Vikulig reingerð
  • Blæur
  • Fótarøktari móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og terassa
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 500 – 1000 metrar
  • Frástøða til kirkju 1500 – 2000 metrar
  • Frástøða til buss 200 - 300 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Búrúmið

Øll búfólk hava egið búrúm, ið er 18 fermetrar til støddar. Í búrúminum er song og vesi við brúsu. Eisini er eitt lítið forrúm við trimum skápum og yvirskápum. Eitt av skápunum er til handklæði, seingjarklæðir, eygnalappar og tílíkt, sum starvsfólkini fylla upp.

Á gólvinum er linoleum. Av trygdarávum er ikki loyvt at leggja leys teppi á gólvið.

Tú mást sjálv hava annað innbúgv við heimanífrá. Vit mæla til, at tú og tíni nærmastu innrætta búrúmið, áðrenn tú flytur inn. Minst eisini til at merkja allar lutir við navni ella nummari.

Heimið tryggjar ikki títt innbúgv, og vit kunnu ikki veita trygd fyri kostnaðarmiklum skreytlutum, prýði og tílíkum.

Tænastupakki

Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á Lágargarði. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.


VISTARGJALD

Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:

  • Húsaleiga
  • Olja
  • El
  • Matur
  • Reingerð
  • Klædnavask
  • Seingjarklæðir
  • Handklæði og eygnalappar
  • Aðrar felagsútreiðslur


TÆNASTUGJALD

Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.

Tænastugjaldið fevnir ikki um:

  • Heilivág
  • Kropsborin hjálparráð, til dømis brillur, hoyritól, handilstenn og stuðulssokkar
  • Húðrøkt
  • Fótarøkt
  • Hárfríðkan
  • Tannrøkt og tannviðgerð
  • Vørur til persónligt reinføri, til dømis sápu, tannkrem og rakiútgerð
  • Hoyritól og brillur

Sum búfólk skalt tú eisini sjálv rinda fyri:

  • Klæðir og skógvar
  • Ferðaútreiðslur til útferðir
  • Hýruvognsflutning til og frá viðgerðum og avtalum
  • Trygging av egnum innbúgvi
  • Ymisk fyriskipað tiltøk
Fíggjarviðurskifti

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjonistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.


VISTARHALD

Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.


TÆNASTUGJALD

Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.

Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Innflyting

Tá tú skalt flyta inn á Lágargarð, avtalar deildarleiðarin við teg, nær tú flytir inn, og hvussu tilgongdin verður.


MINST TIL AT FRÁBOÐA FLYTING TIL:

  • Landsfólkayvirlitið
  • Posta
  • Bløðini
  • Títt tryggingarfelag
  • Tín telefonveitara


HVAT SKAL EG HAVA VIÐ MÆR?

Sum búfólk skalt tú syrgja fyri at hava tvey sett av dýnu og kodda við, sum tola vask og turkitrumlu. Hevur tú lænt hjálpartól frá kommununi, skalt tú eisini taka tey við saman við teimum hjálpartólum, tú sjálv hevur keypt.

Tú skalt sjálv hava innbúgv til búrúmið við heimanífrá. Tað vil siga møblar, myndir og prýðislutir, sum pláss er fyri á kamarinum.

Saman við tínum avvarðandi skalt tú sjálv syrgja fyri at innrætta búrúmið. Vit mæla til, at tit innrætta búrúmið, áðrenn tú flytir inn.

Búrúmið er fyrst og fremst eitt heim, har tú sum búfólk ræður. Tú mást kortini hava í huga, at okkara starvsfólk mugu sleppa framat at hjálpa tær, og tí mugu møblar til dømis ikki standa ov tætt.

Tú kanst eisini taka kuldaskáp, ketil, kaffimaskinu og teldu við, um tú hevur hug.

Minst til at taka tín heilivág og skamtanaríløt við tær, tá tú flytur inn

Lívið á Lágargarði
Gerandisdagurin á Lágargarði

Vit leggja dent á, at búfólkini liva eitt lív, sum gevur meining og sum letur hvørt einstaka búfólk varðveita sín samleika. Hetta merkir eisini, at vit leggja dent á hugna, tryggleika og lívssøguna hjá tí einstaka búfólkinum. Vit hava dagliga ymisk ítriv og møguleika fyri sosialari samveru í virkis- og venjingarstovuni.

Í gerandisdegnum leggja vit dent á at veita góða røkt og umsorgan, men eisini at stimbra eginumsorgan og at stuðla upp undir einum virknum gerandisdegi. Gjøgnum árið hava vit fleiri størri tiltøk, millum annað garðdag, jólahald, føstulávintshald og sangløtur.

Á Lágargarði skal vera vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan. Hetta merkir, at bæði búfólk og starvsfólk skulu trívast og hava møguleika fyri at mennast.

Persónlig røkt og umsorgan

Røktarstarvsfólkini og deildarleiðarin á Lágargarði hava ábyrgd av, at tú fært ta røkt og umsorgan, tær tørvar. Hetta leggja vit til rættis í samráð við teg og tíni nærmastu.

Vit veita røkt og umsorgan við eginumsorgan fyri eyga. Tað vil siga, at vit taka støði í tíni likamligu og sálarligu orku. Tú fært hjálp til at varðveita teir førleikar, tú hevur, og at gera tað, tú sjálv orkar. Vit vilja fegin, at tú varðveitir ábyrgdina fyri teg sjálva og títt lív, og at tað ikki verður ábyrgdin hjá starvsfólkunum.

Røktin er skipað soleiðis fyri at tryggja, at títt sjálvsvirði og sjálvræði ikki verður skert. At veita hjálp til sjálvhjálp meta vit vera mætasta endamálið í røkt og umsorgan okkara. Ert tú hinvegin óhjálpin, fært tú hjálp og stuðul til alt tað, sum tú ikki megnar.

Mentanar- og frítíðartilboð

HUGNALØTUR, HUGNAKVØLD OG ÚTFERÐIR

Heimið fær av og á tilboð um undirhald uttanífrá. Tað kunnu vera sangbólkar ella tónleikabólkar, sjónleikarar, fimleikarar, dansarar og onnur, sum bjóða seg fram. Vit taka altíð fegin av tílíkum tilboðum, sum geva okkum høvi at savnast um upplivingar.

Í vetrarhálvuni hava vit hugnakvøld, og tá plaga búfólk at bjóða sínum nærmastu við. Hesi kvøld eru við undirhaldi og drekkamunni ella øðrum til matna.

Jólaaftan er gudstænasta, og aftaná bjóða vit øllum avvarðandi til eina hugnaløtu á eindunum.

Árlig búfólkaútferðin er vanliga í mai mánað.

ANDALIG TILBOÐ

Gudstænasta er annan hvønn mikudag kl. 11. Altargongd er aðru hvørja ferð. Prestar úr Tórshavn skiftast um at hava gudstænastuna.

Samkoman í Ebenezer hevur møti hvørt mánakvøld kl. 19. Í summarfrítíðini er steðgur.

Lágargarður hevur ikki fastar avtalur við aðrar trúarbólkar ella samkomur, men avtalur kunnu sjálvandi gerast um persónliga vitjan til tey búfólk, sum ynskja tað.

FØÐINGARDAGAR OG ANNAÐ VEITSLUHALD

Føðingardagar hjá búfólkunum verða hildnir við drekkamunni og lagkøku á eindini kl. 14.30 saman við búfelagum, avvarðandi og starvsfólki.

Ynskja tú og tíni avvarðandi harumframt at halda egið føðingardagshald ella annað veitsluhald, eru tit vælkomin til at læna Góðustovu ella matarhøllina og amboð úr køkinum. Í tílíkum førum skalt tú somu viku gera avtalu við køksleiðaran og fáa vegleiðing um at nýta uppvaskimaskinu og onnur tólum, sum tú vilt nýta. Veitsluhaldið er tá títt egna. Einasta krav vit seta er, at alt verður ruddað og handað aftur í sama standi sum áðrenn veitsluna.

Matur og matpolitikkur

Køkurin tryggjar, at búfólkið fær fjølbroyttan og nøktandi kost. Vit bjóða morgundrekka, døgurða og nátturða. Seinnapartar og kvøld er drekkamuður við onkrum góðum afturvið og annars eftir tørvi.Avvarðandi kunnu keypa mat á heiminum og eta máltíðina í búrúminum saman við búfólkinum ella í matarhøllini. Minst til at bíleggja matin til tey avvarðandi frammanundan.

Umframt mat til heimið, ger køkurin dagliga mat til Tjarnargarð, virkisstovuna og umleið 90 heimabúgvandi pensjónistar.

Samstarv við familju og vinir

Starvsfólkini á Lágargarði vilja fegin hava eitt so gott samstarv við tíni avvarðandi sum gjørligt. Avvarðandi eru vælkomin at seta seg í samband við kontaktpersónin ella starvsfólkini á eindini.

Vit vænta, at tit sum avvarðandi taka lut í gerandisdegnum hjá okkara búfólki. Til dømis vænta vit, at avvarðandi hjá búfólki fylgja viðkomandi, tá tey hava ørindir uttan fyri húsið, til dømis læknaørindi, tannlæknaavtalur, gudstænastur, møti ella jarðarferðir. Avvarðandi eru eisini altíð vælkomin at skipa fyri hugnaløtum.

Samstarvsráð

Vit hava eitt samstarvsráð. Her ber til at tekna seg at hjálpa við ymiskum praktiskum í samband við hugnaløturnar á eindunum. Samstarvsráðið hevur til endamáls at tryggja góðum samstarvi millum búfólk, avvarðandi og eldrasambýlið.

Ráðið hevur eitt umboð fyri búfólkini, eitt umboði fyri avvarðandi og eitt umboð fyri starvsfólkini.

Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á Lágargarði og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meira virknan í heiminum og nærumhvørvinum.

Sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.

Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.

Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:

Umbøn um vitjanarvin (verður umsitin av Reyðakrossi)

Um Lágargarð
Hvørji eru vit ?

Lágargarður er eitt fjøltáttað arbeiðspláss við fleiri ymiskum starvsbólkum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, køksrøktarfólk, reingerðarfólk, vaskifólk, ergoterapeutar, fysioterapeutar, húsavørðar og ófaklærd.

Vit søkja javnan eftir starvsfólki. Tú kanst fylgja við her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Eldrapolitikkur

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.

Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Faldarar og onnur kunning

UMSÓKNARBLAÐ TIL ELDRABÚPLÁSS

Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss


ONNUR KUNNING

Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:

Heilsu-og umsorganartænastan


Eftirlitsvitjan frá Landslæknanum

Tilsynsrapport

Gávukonta

Ynskir tú at lata Lágargarði peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Lágargarði, sum hevur konto nummar:

9181 - 522.508.8