Heimið við Vallalíð

Vallalíð 12
100 Tórshavn
Tel. 30 24 55
heilsuhusid@torshavn.fo
Eindarleiðari: Ingun Eidesgaard

Vís á korti

Heimið við Vallalíð

Heimið við Vallalíð liggur í friðarligum umhvørvi ovaliga við Svalbardsvegin í vesturbýnum í Havn. Húsið varð tikið í nýtslu í 2005.

Heimið liggur væl fyri í grønum umhvørvi við sera góðum útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Vit hava ein hugnaligan garð við útigólvi, sum vit njóta árið runt. Havin er lætt atkomuligur, og her hava vit blómur, urtagarð og hønur. Vit hava eisini kettur og akvariufiskar.

Heimið er býtt upp í tvinnu lonirnar Fagralon og Bjartalon. Átta búrúm eru í hvørjari lon. Sostatt eru 16 búrúm á Vallalíð. Hvørt búfólk hevur eitt rúmligt kamar við baðirúmi, og øll búrúm leiða beinleiðis inn á felagsøki. Køkurin er miðdepilin í rúmunum og tryggjar búfólkum okkara heilsugóðan kost. Vit hava eisini eitt sansarúm, har vit bjóða ymiskar stimbrandi viðgerðir.

Vilt tú vita meira, ella hevur tú hug til at vitja okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú finnur sambandsupplýsingar og aðra kunning niðanfyri á hesari síðuni.



Samband við Heimið á Vallalíð
Hvussu fái eg samband við Heimið á Vallalíð


Heimið við Vallalíð

Vallalíð 12

100 Tórshavn

Tel. 30 24 55


Eindarleiðari

Ingun Eidesgaard
ingune@torshavn.fo


Deildarleiðari

Lilian Dam
liliand@torshavn.fo

Sharda Róin, varadeildarleiðari 
shardar@torshavn.fo

Fagralon

Tel. 21 64 55


Bjartalon

Tel. 28 24 55


Húsavørður

Karlon Winther
karlonroiw@torshavn.fo

Finn Vallalíð á korti yvir búpláss

Vís kort í fullari stødd

Praktisk kunning til nýggj búfólk
Hvussu søki eg um búpláss?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um búpláss á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.

Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 16
Búfólk 16
Búrúm
  • Egið búrúm
  • WiFi netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Felags baðirúm
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vask av klæðum
  • Vikulig reingerð
  • Blæur
  • Fótarøkt móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og terassa
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 500 – 600 metrar
  • Frástøða til kirkju 900 – 1000 metrar
  • Frástøða til buss 150 - 200 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Búrúmið

Búrúmini á Vallalíð eru millum 26-30 fermetrar til støddar. Baðirúmini eru fimm fermetrar hvørt. Í búrúminum er røktarsong, náttborð og náttlampa.

Í hvørjum kamari eru tvey størri og tvey smærri skáp. Stóru skápini eru til at heingja klæði upp í. Her eru eisini hillar. Smærri skápini eru til seingjarklæði, handklæði og annað til persónliga røkt. Eisini er eitt køliskáp í hvørjum rúmi.

Hvørt búrúm hevur eitt stórt vindeyga, og tað er klárt at heingja gardinur upp. Vit viðmæla, at tú hevur innbúgv við tær heimanífrá, so rúmið verður so heimligt sum gjørligt.

Tú ert vælkomin at hava sjónvarp í búrúminum.

Linolium er á gólvinum. Av trygdarávum er ikki loyvt at leggja leys teppi á gólvið.

Tænastupakki

Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á Vallalíð. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.


VISTARGJALD

Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:

  • Húsaleiga
  • Olja
  • El
  • Matur
  • Reingerð
  • Klædnavask
  • Seingjarklæðir
  • Handklæði og eygnalappar
  • Aðrar felagsútreiðslur


TÆNASTUGJALD

Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.

Tænastugjaldið fevnir ikki um:

  • Heilivág
  • Kropsborin hjálparráð, til dømis brillur, hoyritól, handilstenn og stuðulssokkar
  • Húðrøkt
  • Fótarøkt
  • Hárfríðkan
  • Tannrøkt og tannviðgerð
  • Vørur til persónligt reinføri, til dømis sápu, tannkrem og rakiútgerð
  • Hoyritól og brillur

Sum búfólk skalt tú eisini sjálv rinda fyri:

  • Klæðir og skógvar
  • Ferðaútreiðslur til útferðir
  • Hýruvognsflutning til og frá viðgerðum og avtalum
  • Trygging av egnum innbúgvi
  • Ymisk fyriskipað tiltøk
Fíggjarviðurskifti

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjonistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.


VISTARHALD

Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.


TÆNASTUGJALD

Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.

Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Innflyting

Tú hevur sjálv ábyrgdina av at innrætta títt búrúm saman við tínum nærmastu. Vit mæla til, at tit innrætta kamarið, áðrenn tú flytur inn. Vit mæla eisini til, at tú tekur innbúgv við tær heimanífrá, sum tær dámar væl, og sum tú ert von við.

Eisini skalt tú sjálv taka gardinur við. Vindeygað í búrúminum er 380x109 cm til støddar.

Tú skalt hava tvey sett av dýnu og kodda við tær, og hesi skulu tola vaskimaskinu og turkitrumlu.

Nýtir tú hjálpartól, sum tú hevur frá kommununi, ella sum tú hevur keypt sjálv, skalt tú hava tey við tær, tá tú flytur inn.

Búrúmið er títt heim, og har ræður tú. Kortini mugu starvsfólkini sleppa framat at hjálpa tær, og tí kann innbúgvið ikki standa ov tætt. Tú kanst hava ketil, teldu, kaffimaskinu og annað við, um tær lystir.

Á heiminum er er atgongd til tráðleyst internet.

Annars skalt tú minnast til persónlig skjøl:

  • Dópsbræv
  • Hjúnabandsváttan
  • Testamenti
  • Heilivág, skamtanaríløt og reseptir


MINST TIL AT FRÁBOÐA FLYTING TIL:

  • Landsfólkayvirlitið
  • Posta
  • Bløðini
  • Títt tryggingarfelag
  • Tín telefonveitara
Lívið á Vallalíð
Gerandisdagurin á Vallalíð

Gerandisdagurin á Vallalíð er býttur í vanligar, heimligar hendingar og virki. Hetta eru máltíðir og tiltøk, sum hoyra til eitt húsarhald og hóska til dagin og árstíðirnar.

Vit hava eisini afturvendandi tiltøk, sum annaðhvørt eru á heiminum ella aðrastaðni. Tiltøkini kunnu til dømis vera dagligur fimleikur, vikuligar venjingar í Heilsuhúsinum, sangløtur, kirkjugongd, møti, dansur og hugnakvøld við avvarðandi.

Í øllum tiltøkum leggja vit dent á tryggleika, hugna, og at tiltakið gevur meining fyri einstaka búfólkið. Reyði tráðurin er at veita góða røkt og umsorgan, at stimbra eginumsorgan og at stuðla upp undir einum meiningsfullum gerandisdegi. Soleiðis virka vit fyri trivnaði.

Trivnaðurin og menningin hjá búfólki okkara er tætt tongdur at trivnaðinum hjá okkara starvsfólkum. Tí leggja vit dent á at skapa rúmd fyri nýhugsan og nýggjum arbeiðshættum, sum skapa møguleika fyri menning.

Persónlig røkt og umsorgan

Málið við allari røkt og umsorgan er at veita hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at tú varðveitir tína eginumsorgan, títt sjálvræði og sjálvsvirði.

Deildarleiðarin og starvsfólkini hava ábyrgd av at veita røkt, stuðul og umsorgan í mun til tað, tú klárar ella ikki megnar sjálv. Tað vil siga, at røktin er tillagað tær sum einstakling, og at hon tekur atlit at tínum førleikum og til tínum sálarliga og likamliga tørvi.

Matur og matpolitikkur

Køkurin er miðdepilin í felagsøkinum á Vallalíð, og her verða allar máltíðir gjørdar. Okkara matmóðir tryggjar okkum dagliga fjølbroyttan og heilsugóðan kost, meðan roykurin frá matgerðini stimbrar sansirnar, og vit gleða okkum til máltíðirnar. Her eta vit øll máltíðirnar, millummálarnar og fáa drekkamunnar við onkrum afturvið. Í køkinum á Vallalíð ber eisini altíð til at fáa sær kaffi og te.

MATUR TIL AVVARÐANDI

Ert tú avvarðandi, kanst tú, eftir avtalu við matmóður, keypa tær mat á heiminum og njóta máltíðina saman við búfólkinum í búrúminum.

Tú skalt avtala at bíleggja mat frammanundan. Gerandisdagar skalt tú boða frá ein dag frammanundan, og í vikuskiftinum skalt tú boða frá fríggjadag. Um høgtíðir skalt tú bíleggja mat í seinasta lagi tveir dagar frammanundan.


FØÐINGARDAGAR

Tá búfólk hava føðingardag, bjóðar køkurin lagkøku, og vit halda føðingardag fyri búfólkum og starvsfólkum umleið kl. 15. Ynskja tit at halda føðingardag fyri avvarðandi, avtala tit við starvsfólkini, hvussu tit kunnu skipa tykkum. Tá bjóðar køkurin lagkøku.

Mentanar- og frítíðartilboð

Á Vallalíð ber til at syngja í sangkóri, luttaka í hugnaløtum og luttaka í eldradansi, sum er eitt tiltak, sum røktarheimini skiftast um at skipa fyri.

Vit hava kirkjugongd aðru hvørja viku og kristilig møtir hvørja viku við ymiskum trúarbólkum. Vit bjóða fimleik og venjing á Vallalíð og í Heilsuhúsinum tvær ferðir um vikuna. Eisini bjóða vit ymiskar viðgerðir í okkara sansarúmi.

Vit veita hárfríðkan og fótarøkt móti gjaldi.

Samstarv við familju og vinir

Samstarvið við familju og vinir er hornasteinurin í umsorganini fyri búfólk okkara. Sum avvarðandi ert tú altíð vælkomin at vitja tíni og at seta teg í samband við kontaktpersónar, starvsfólk og deildarleiðaran á Vallalíð.

Vit vænta, at tit sum avvarðandi taka lut í gerandisdegnum hjá okkara búfólki. Til dømis vænta vit, at avvarðandi hjá búfólki fylgja viðkomandi, tá tey hava ørindir uttan fyri húsið, til dømis læknaørindi, tannlæknaavtalur, gudstænastur, møti ella jarðarferðir.

Vit vænta eisini, at tit sum avvarðandi taka lut í at skipa fyri hugnaløtum á eindunum, og at tit taka lut í hugnaløtum og tiltøkum, sum heimið skipar fyri.

Búfólkið er vælkomið til at vitja ella gista hjá avvarðandi til eitthvørt tiltak, til dømis um jólini. Tað er umráðandi, at tú boðar okkum frá hesum frammanundan. Ring til viðkomandi lonina ella til høvuðstelefonina hjá okkum. Tú finnur sambandsupplýsingarnar undir "samband við røktarheimið" ovast á hesi síðuni.

Sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.

Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.

Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:

Umbøn um vitjanarvin (verður umsitin av Reyðakrossi)

Um Heimið við Vallalíð
Hvørji eru vit?

Heimið við Vallalíð er heimið hjá 16 borgarum við demenssjúku í Tórshavnar kommunu. Heimið er eisini dagliga arbeiðsplássið hjá fleiri ymiskum starvsbólkum.

Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, køksfólk, næmingar, reingerðarfólk, vaskifólk,  húsavørður og ófaklærd. Vit samstarva dagliga við fleiri ymiskar partar, millum annað handlar, vaskarí, heilsølur, sjálvbodnar felagsskapir, kommunulæknar, sjúkrahús og onnur fyri at tryggja eitt virkið og gott heim og eina góða tilveru fyri búfólkini.

Arbeiðið er fjølbroytt, sum krevur, at vit eru árvakin og áhaldandi menna okkum fyri at megna stóru uppgávuna at røkja og hava umsorgan fyri borgarum við demenssjúku.

Heilsu- og umsorganartænastan søkir javnan eftir starvsfólkum á eldraøkinum. Niðanfyri kanst tú fylgja við leysum størvum í kommununi:

Leys størv í kommununi

Eldrapolitikkur

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.

Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Faldarar og onnur kunning

UMSÓKNARBLAÐ TIL ELDRABÚPLÁSS

Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss


ONNUR KUNNING

Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:

Heilsu-og umsorganartænastan

Gávukonta

Ynskir tú at lata Heiminum við Vallalíð peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Heiminum við Vallalíð, sum hevur konto nummar:

9181 - 522.505.3