Eldrasambýlið oman Mattalág

Oman Mattalág 5
100 Tórshavn
heilsuhusid@torshavn.fo 
Tel. 31 71 23
Eindarleiðari: Jóhanna við Streym

Vís á korti

Eldrasambýlið oman Mattalág

Eldrasambýlið oman Mattalág varð bygt í seinnu helvt av 1970-árunum og var tá eini vanlig sethús í trimum hæddum. Fyri umleið 15 árum síðani keypti Tórshavnar kommuna húsini. Húsini vórðu broytt, og heimið fekk navnið eldrasambýlið oman Mattalág. Tá eldrasambýlið opnaði, fingu átta pensjónistar við røktartørvi búpláss.

Í 2018 gjørdi Tórshavnar kommuna av, at heimið skuldi verða eitt heim fyri borgarar við demenssjúku burturav. Samstundis vórðu smáar umvælingar gjørdar, og í dag búgva níggju búfólk við demenssjúku á heiminum.

Heimið er sera hugnaligt og hevur stór vindeygu, sum geva gott útsýni yvir Havnina og út á Nólsoynna.



Samband við eldrasambýlið
Hvussu fái eg samband við Eldrasambýlið oman Mattalág?


Eldrasambýlið oman Mattalág

Oman Mattalág 5

100 Tórshavn

Tel. 31 71 23



Eindarleiðari

Jóhanna við Streym
johannav@torshavn.fo



Deildarleiðari

Beinta Áargarð
beintaar@torshavn.fo

VARADEILDARLEIÐARI

Margit Baadsager
margitb@torshavn.fo



Húsavørður

Kári Wilhelmsen
kariw@torshavn.fo

Finn okkum á korti

Vís kort í fullari stødd

Praktisk kunning til nýggj búfólk
Hvussu søki eg um búpláss?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um búpláss á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.

Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 8
Búfólk 8
Búrúm
  • Egið búrúm
  • Netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Felags baðirúm
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vask av klæðum
  • Vikulig reingerð
  • Blæur
  • Fótarøktari móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og terassa
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 300 metrar
  • Frástøða til kirkju 300 - 400 metrar
  • Frástøða til buss 300 - 400 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Búrúmið

Búrúmini eru áleið ellivu fermetrar til støddar og eru býtt millum tríggjar hæddir.

Búfólkini hava ikki egið vesi, men í kjallaranum er eitt baðirúm til trý búfólk og á miðhæddini, har eitt búfólk býr, er eitt baðirúm. Á ovastu hædd búgva fimm búfólk, sum hava eitt felagsvesi og eitt felags baðirúm.

Á miðhæddini er eitt felags tilhaldsrúm, sum er døgurðastova og tilhaldsstova fyri øll búfólkini. Tey brúka sostatt eisini baðirúmið í miðhæddini.

Ein køkur við grovkøki liggur nær við felagsrúmið í miðhæddini. Her gera vit allan mati gjørdur.

Tænastupakki

Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á eldrasambýlinum oman Mattalág. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.

VISTARGJALD

Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:

  • Húsaleiga
  • Olja
  • El
  • Matur
  • Reingerð
  • Klædnavask
  • Seingjarklæðir
  • Handklæði og eygnalappar
  • Aðrar felagsútreiðslur

TÆNASTUGJALD

Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.

Tænastugjaldið fevnir ikki um:

  • Heilivág
  • Kropsborin hjálparráð, til dømis brillur, hoyritól, handilstenn og stuðulssokkar
  • Húðrøkt
  • Fótarøkt
  • Hárfríðkan
  • Tannrøkt og tannviðgerð
  • Vørur til persónligt reinføri, til dømis sápu, tannkrem og rakiútgerð
  • Hoyritól og brillur

Sum búfólk skalt tú eisini sjálv rinda fyri:

  • Klæðir og skógvar
  • Ferðaútreiðslur til útferðir
  • Hýruvognsflutning til og frá viðgerðum og avtalum
  • Trygging av egnum innbúgvi
  • Ymisk fyriskipað tiltøk
Fíggjarviðurskifti

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjonistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

VISTARHALD

Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.


TÆNASTUGJALD

Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.

Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Innflyting

MINST TIL AT FRÁBOÐA FLYTING TIL:

  • Landsfólkayvirlitið
  • Posta
  • Bløðini
  • Títt tryggingarfelag
  • Tín telefonveitara
Lívið á Eldrasambýlinum oman Mattalág
Gerandisdagurin á eldrasambýlinum

Á eldrasambýlinum oman Mattalág eru umsorgan og trivnaður lyklaorð.

Vit stremba eftir, at øll búfólkini hava ein virðiligan gerandisdag. Vit arbeiða miðvíst við at fyribyrgja einsemi og keðsemi við at vera forvitin, arbeiða út frá støðum, sum spretta úr gerandisdegnum og við at geva búfólkunum alla ta nærveru og umsorgan, tykkum tørvar.

Vit arbeiða við tí endamáli, at røkt, viðgerð og umsorgan hoyra saman. Tíni avvarðandi eru týðandi samstarvsfelagar, sum verða tikin við í avgerðum.

Bæði búfólk, starvsfólk, avvarðandi og leiðsla arbeiða í felag fyri at røkka endamálinum um eina heildarumsorgan, sum fyribyrgir einsemi og hjálparloysi.

Saman við búfólkunum og avvarðandi leggja vit stóran dent á at nýta teir fakligu førleikarnar hjá øllum røktarstarvsfólkunum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Hetta er eisini galdandi fyri fysioterapeutar, ergoterapeutar og demenssamskiparar.

Sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.

Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.

Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:

Umbøn um vitjanarvin (verður umsitin av Reyðakrossi)

Um eldrasambýlið oman Mattalág
Hvørji eru vit?

Á eldrasambýlinum oman Mattalág starvast ein blandaður hópur av fakfólki. Her eru millum annað sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, húsavørður, vaskifólk og ófaklærd.

Vit samstarva eisini við fysioterapeutar og ergoterapeutar og leggja stóran dent á tvørfakliga samstarvið. Til dømis samstarva vit við Demensklinikkina, Vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi, onnur røktarheim, barnagarðar og onnur tilboð í kommununi.

Vit søkja javnan eftir starvsfólki. Tú kanst fylgja við her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Eldrapolitikkur

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.

Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Faldarar og onnur kunning

UMSÓKNARBLAÐ TIL ELDRABÚPLÁSS

Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss


ONNUR KUNNING

Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:

Heilsu- og umsorganartænastan

Gávukonta

Ynskir tú at lata Eldrasambýlinum oman Mattalág peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Eldrasambýlinum oman Mattalág, sum hevur konto nummar:

9181 - 522.515.0