Rakstrarstøða

Á hesari síðuni sært tú, tá ið ólag er á pørtum av heimasíðuni ella talgildu tænastunum hjá Tórshavnar kommunu. Tú sært til dømis, tá ið sjálvgreiðslur á Vanganum ikki eru tøkar, tá ið pláss-skipanin verður dagførd, kortskipanir eru óstøðugar ella feilir eru í vísingini av talgildum skjølum.

Dagført 20. desember 2024


Støðan í løtuni
Eingir trupulleikar

Vit vita ikki um nakrar trupulleikar við talgildu tænastum okkara í løtuni.              

Loystir trupulleikar og brek

19. september 2024: Trupulleikar við ForeldraGlugganum

Tekniskir trupulleikar hava verið í ForeldraGlugganum. Brekini eru nú rættað.

 

9. juli 2024: Kommunala heimasíðan ikki atkomilig

Kommunala heimasíðan torshavn.fo var ikki atkomilig eina løtu. Orsøkin var eitt tekniskt brek hjá einum økisnavnaveitara, sum gjørdi, at fleiri heimasíður mistu sína skráseting. Brekið er funnið og rættað.

 

2. mai 2024: Viðlíkahald av tænastusíðuni á Vanganum

Tænastusíðan hjá Tórshavnar kommunu á Vanganum var óvirkin 2. mai 2024 frá klokkan 9-12 í sambandi við viðlíkahald av servaranum. Arbeiðið er nú liðugt.

 

15. apríl 2024: ForeldraGluggin ikki tøkur í App Store

Appirnar ForeldraGluggin, Barn Myndir og Barn Starvsfólk vóru ikki tøkar í App Store. Feilurin er nú rættaður og appirnar tøkar aftur.

 

10. apríl 2024: Trupulleikar við ForeldraGlugganum

Fleiri tekniskir trupulleikar vóru í ForeldraGlugganum. Brekini eru nú rættað.

 

3. apríl 2024: Óvirkin leinki í serstøkum leitiskipanum

Dagføringar og broytingar av dátunum á torshavn.fo hevði við sær, at fleiri leinki í serstøku leitiskipanini »Hvat er galdandi á mínum stykki?« vóru óvirkin. Feilirnir eru rættaðir.

 

3. apríl 2024: Feilir í leitiskipan fyri ruskinnsavning 

Ein umlegging av ruskinnsavningini í einum avmarkaðum øki í Havn hevði við sær, at summi húski fingu skeiva kunning, tá tey brúktu serstøku leitiskipanina á kommunalu heimasíðuni, ið vísir, nær ruskið verður heintað á ávísum adressum. Leitiskipanin er nú dagførd. 

 

15. mars 2024: Kunningarskíggi í Steinatúni óvirkin

Kunningarskíggin í Steinatúni suður, ið vísir, hvar bussarnir eru staddir í býnum, var óvirkin. Skíggin er nú virkin aftur.


14. mars 2024: Trupulleikar við plássskipanini og ForeldraGlugganum

Vit høvdu tekniskar trupulleikar við plássskipanini til dagstovnaøkið og við ForeldraGlugganum í tveir tímar. Trupulleikarnir eru nú loystir.

 

29. september 2023: Dagføring av Byggisamtyktarkorti 

Í sambandi við at almenna byggisamtyktin fyri Tórshavn, Argir, Hoyvík og Kollafjørð varð endurskoðað, vóru fleiri rættingar gjørdar í byggisamtyktarkortinum, sum sæst á torshavn.fo, kort.torshavn.fo og á kortal.fo. Kommunan gjørdi seinastu dagføringarnar 31. oktober 2023, og kortið er sostatt eftirfarandi aftur.


11. august 2023: BARN-skipanin óvirkin

BARN-skipanin var ikki tøk. Orsøkin var ein trupulleiki við einum servara. Trupulleikin er loystur, og skipanin er tøk aftur.

 

26. juni 2023: Dagføringar av Samleikanum

Mánakvøldið 26. juni 2023 kl. 22 vórðu dagføringar gjørdar á Samleikanum. Hetta hevði við sær, at Samleikin var óstøðugur, meðan arbeitt varð. Tað merkti eisini, at atgongdin til BARN-skipanina og aðrar tænastur hjá Tórshavnar kommunu, ið krevja innritan við Samleikanum, varð avmarkað.


27. mars 2023: Skipanirnar barn og Foreldragluggin óvirknar

Bókingarskipanin BARN og samskiftisskipanin ForeldraGluggin vóru óvirknar mánadagin 27. mars 2023. Skipanirnar vóru virknar aftur mánakvøldið 27. mars klokkan 23. 


12. mai 2022: Leiðreglur fyri upptøku av næmingum ikki tøkar

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum til kommunalu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu vórðu endurskoðaðar frá 12. mai 2022 og vóru tískil ikki tøkar á heimasíðuni. Endurskoðaðu leiðreglurnar vórðu samtyktar á fundi í trivnaðarnevndini 15. november 2022 og lagdar út á heimasíðuna aftur 16. november 2022. 


17. juni 2022: BARN og foreldragluggin óvirkin

Bókingarskipanin BARN og appin ForeldraGluggin vóru ikki tøkar frá klokkan 13-13-30 fríggjadagin 17. juni. Orsøkin var ein umlegging av fólkayvirlitinum á Heldini, sum BARN-skipanin og ForeldraGluggin eru knýtt uppí. Umleggingin er nú liðug.


10. januar 2022: Feilboð í FORELDRAGLUGGANUM

Í appini ForeldraGlugganum vóru feilboð í teiginum »Portfolio«. Har stóð, at »ongar koppsetingar eru skrásettar«. Portfolio er tó ikki eitt yvirlit yvir koppsetingar, men eitt stað, har »Barnsins bók« verður savnað. Feilurin er nú rættaður.


10 januar 2022: Feilur í kartotekskortinum í foreldraglugganum

Appin ForeldraGluggin bað av misgáum foreldur um at upplýsa, um barn teirra fylgir vanligu koppingarskránni. Hesin teigurin í kartotekskortinum er nú tikin burtur.  


7. oktober 2021: Tænastur á Vanganum ikki tøkar vegna umvæling

Hósdagin 7. oktober frá kl. 15 til 16 vóru tænasturnar hjá Tórshavnar kommunu ikki tøkar á Vanganum vegna umvælingar á Vanganum. Umvælingararbeiðið er nú liðugt og tænasturnar tøkar aftur.


5. oktober 2021: Óstøðugar talgildar tænastur vegna trygdardagføring

Týsdagin 5. oktober gjørdu vit eina trygdardagføring á netinum hjá kommununi. Dagføringin bar í sær, at sambandið var óstøðugt millum kl. 12 og 13. Arbeiðið er nú liðugt, og allar tænastur eru tøkar aftur.


16. september 2021: Óstøðugar tænastur vegna dagføringar

Tøkniligar dagføringar vórðu gjørdar á netinum hjá kommununi hósdagin 16. september frá kl. 12-15. Dagføringarnar høvdu við sær, at atgongdin til fleiri tænastur var óstøðug. Millum annað var heimasíðan í stuttum tíðarbilum ikki tøk. Arbeiðið er nú liðugt og allar tænastur koyra sum vanligt. 


9. september 2021
: Tøkniligt órógv í kortskipanini »Hvar er bussurin?«

Tøkniligt órógv var í skipanini, ið vísir, hvar býarbussarnir eru staddir. Kortið var tí óvirkið meginpartin av hósdegnum 9. september, meðan brekini vórðu rættað. Skipanin riggar nú, sum hon skal. 


3. JUNI 2021: Umsókn um stutttíðarpláss ikki tøk á Vanganum

Umsóknin um stutttíðarpláss var ikki tøk á Vanganum frá 3. juni 2021 til 24. august 2021. Orsøkin var, at umsóknin skuldi víðarimennast. Arbeiðið var liðugt 24. august 2021 og umsóknin er nú tøk aftur á Vanganum. 


23. AUGUST: KORT YVIR RUSKINNSAVNING ÓVIRKIÐ

Kortið yvir ruskinnsavningina í kommununi var óvirkið eina løtu, men riggar nú aftur.


12. JULI 2021: BÓKING AV DAGSTOVNAPLÁSSI IKKI TØK

Ein stilling í bókingarskipanini BARN hevði við sær, at borgarar ikki fingu bókað børnum sínum dagstovnapláss í Lonunum í Hoydølum, tá vit lótu upp fyri bókingum á døgurða 12. juli. Trupulleikin varð loystur seinnapartin 12. juli.


6. JULI 2021: KORTTÆNASTAN »Hvar er bussurin nú?« óstøðug VEGNA DAGFØRING

Týsdagin 6. juli frá kl. 10-13 dagførdi Sona ein servera. Dagføringin bar í sær, at korttænastan »Hvar er bussurin nú?« var óstøðug, meðan dagføringin fór fram. Arbeiðið var liðugt kl. 13, og tænastan koyrir nú aftur sum vanligt.


19. APRÍL 2021: BÓKINGARSKIPANIN BARN IKKI TØK

Fyrrapartin mánadagin 19. apríl dagførdu vit bókingarskipanina BARN. Skipanin var ikki tøk frá kl. 10-12. Skipanin var tøk aftur beint fyri middag.


15. MARS 2021: BÓKINGARSKIPANIN BARN IKKI TØK

Mánamorgunin 15. mars 2021 klokkan 9 skiftu vit til Samleikan á BARN. Bókingarskipanin var ikki tøk, meðan skiftið til Samleikan fór fram. Skipanin var tøk aftur kl. 10. 

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15