Persónupplýsingarpolitikkur

Tórshavnar kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Niðanfyri kanst tú lesa um, hvussu Tórshavnar kommuna viðger persónsdátur, og hvørji tíni rættindi eru. Endamálið við kunningini er, at tú sum borgari fært svar uppá spurningar viðvíkjandi dátutrygd í Tórshavnar kommunu, og at tú kennir tíni rættindi í mun til okkara viðgerð av persónupplýsingum.



Viðgerð av tínum persónupplýsingum
Dátuábyrgdarin

Tórshavnar kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata okkum tínar persónupplýsingar.

Tú kanst fáa samband við okkum her:

Vaglið 1
100 Tórshavn

Telefon: 30 20 10

Dátuverndarfólkið (DPO)

Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum, dátutrygd og møgulig trygdarbrot skulu stílast til Dátuverndarfólkið (DPO) í Tórshavnar kommunu. Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast »Dátuvernd«.

Tú kanst skriva til dátuverndarfólkið við telduposti til DPO@torshavn.fo.

Tú kanst eisini senda bræv til:

Tórshavnar kommuna
Dátuverndarfólk
Vaglið
Postsmoga 32
110 Tórshavn

Tá tú skrivar til okkara, mæla vit til, at tú nýtir teldupost. Teldupostur er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða.

Endamálið og heimildin fyri okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum

Tórshavnar kommuna viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við tær uppgávur, ið vit sum kommuna skulu loysa. Tað kann vera ein tænasta, sum tú hevur rætt til at fáa á t.d. Snarskivuni, heilsu- og umsorganarøkinum, tekniska økinum, dagstovnaøkinum, trivnaðarøkinum, Tórshavnar havn, Kvøldskúlanum ella á øðrum økjum. Tað kann eisini vera, at vit hava eina rættarliga skyldu til at viðgera tínar persónupplýsingar, ella at vit hava gjørt eina avtalu við teg, sum inniber, at vit hava tørv á tínum upplýsingum.

Grundarlagið undir heimildini er sostatt, at viðgerðin er partur av okkara myndugleikaútinnan ella at TK hevur eina rættliga skyldu til at viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kann eisini vera, at vit hava umbiðið og fingið eitt samtykki frá tær til viðgerð av tínum upplýsingum.

Hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, veldst um, hvat endamálið er við tí myndugleikauppgávu, sum vit skulu loysa. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at vit fáa viðgjørt títt mál.

Tað er sostatt § 8, stk. 1, nr. 1, 3 ella 5, umframt § 12, stk. 1, nr. 1, 2, 3 ella 7 í Dátuverndarlógini, sum er lógliga viðgerðarheimildin fyri okkara innsavnan og viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Um vit innsavna ella seinni viðgera tínar upplýsingar til hagfrøðilig endamál, verður tað gjørt innanfyri karmarnar av § 7, stk. 3, í Dátuverndarlógini.

Dátuverndarlógina sært tú her:

Dátuverndarlógin (logir.fo)

Hvørjar persónupplýsingar hava vit tørv á?

Slagið av persónupplýsingum vit viðgera avhongur av endamálinum við viðgerðini.
Vit kunnu viðgera hesar bólkar av persónupplýsingum, tá tað er neyðugt fyri at loysa okkara uppgávur:

  • Vanligar, ikki-trúnaðar persónupplýsingar. Hesar kunnu til dømis vera navn, bústaður, teldupostadressa, telefonnummar, matrikkulnummar o.t.
  • Vanligar trúnaðar persónupplýsingar. Hetta kann til dømis vera upplýsingar um sosial viðurskifti, fíggjarlig viðurskifti, familjuviðurskifti, umsóknir og onnur mál, p-tal.
  • Viðkvæmar persónupplýsingar. Hesar kunnu til dømis vera upplýsingar um:
    • húðarlit, ættarslag, etniskan uppruna
    • politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring
    • Yrkisfelagsligt tilknýti
    • Heilsuupplýsingar
    • Kynslig viðurskifti
    • Munandi sosialar trupulleikar
    • Onnur heilt privat viðurskifti

Í nógvum førum, í sambandi við mál og uppgávur, hava vit tørv á at brúka títt p-tal til eintýdda eyðmerking. Tórshavnar kommuna kann sum almennur myndugleiki nýta títt p-tal til eintýdda eyðmerking sum ásett í § 16 í dátuverndarlógini.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg.

Hvaðani innsavna vit persónsupplýsingar um teg?

Vit innsavna tínar persónupplýsingar á ymiskan hátt og innan ymisk økir.

Tá tú skrivar til okkara á torshavn@torshavn.fo, verða boðini send víðari til rætta viðkomandi, sum boðini eru ætlað til. Teldubrøv og samskifti frá borgarum, ið krevja málsviðgerð, verða øll skrásett í journalskipanini hjá Tórshavnar kommunu.

Í flestu førum biðja vit um upplýsingar beinleiðis frá tær, tá tú vendir tær til okkara ella brúkar eina sjálvvirkandi loysn, til dømis tá tú søkir um ella meldar teg til eina tænastu ella virksemi í kommununi umvegis heimasíðu ella Vangan.

Á síðu 4 í samtykta persónupplýsingarpolitikkinum fyri borgarar sært tú eitt vegleiðandi yvirlit yvir fyrisitingina í Tórshavnar kommunu og tær tænastur, ymsu fyrisitingarnar bjóða og umsita. Í hesum sambandi verða oftast persónupplýsingar innsavnaðar og viðgjørdar.

Vilt tú vita meira um tær einstøku tænasturnar og deildirnar, kanst tú lesa meira á heimasíðuni. Í nógvum førum er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at innheinta upplýsingar um teg, til dømis um vit skulu viðgera eitt mál. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskráir, t.d. TAKS ella fólkayvirlitið.

Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tú kanst til dømis vera sonevnt »eykafólk« í einum máli, um tú ert avvarðandi hjá tí persóni, málið snýr seg um, ella tú kanst vera partur í einum máli, sum onkur annar hevur lagt fyri kommununa.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani og hvørjar upplýsingar vit innsavna um teg. Les meira um tíni rættindi og tínar møguleikar niðanfyri á hesari síðuni og á síðu okkara um alment innlit og innlit í egið mál.

Persónupplýsingarpolitikkur fyri borgarar (Privatlívspolitikkur)

Alment innlit og innlit í egið mál

Vakmyndatól

Fyri at verja ognir og virðir hjá Tórshavnar kommunu móti kriminellum handlingum, økja um trygdina fyri borgarar og starvsfólk í TK og skapa møguleika fyri kanningum av kriminellum handlingum, eru vakmyndatól set upp við ávísar stovnar og anlegg hjá Tórshavnar kommunu.

Á øllum støðum, har vakmyndatól eru sett upp, verður skeltað soleiðis, at vakmyndayvirvaking er sjónlig. Uppseting og umsiting av vakmyndatólum fylgir mannagongd fyri vakmyndatól. Tað eru einans avmarkað tal av starvsfólkum, ið hava atgongd til upptøkurnar, og upptøkurnar verða einans goymdar sambært galdandi lóggávu, og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið annars. Upptøkur kunnu vera latnar Politinum, um politiið hevur brúk fyri teimum í sambandi við eitt politimál.

Samtykki

Tá persónupplýsingar eru neyðugar fyri, at kommunan kann loysa sínar uppgávur, skulu vit ikki hava samtykki. Nýta vit myndir til annað, enn tað, sum ein myndugleikauppgáva fevnir um, kunnu vit bara brúka myndir, um vit hava samtykki. Ynskir Tórshavnar kommuna til dømis at brúka myndir av borgarum til ein bókling ella tílíkt, biðja vit um samtykki frá borgaranum áðrenn.

Samtykki verða umbiðin í tráð við ásetingar í dátuverndarlógini um samtykki. Kommunan hevur mannagongdir fyri handfaring av myndatøku og deiling av myndum, sum øll starvsfólk skulu fylgja.

Lata vit tínar upplýsingar víðari til triðjapart?

Í summum førum lata vit tínar persónupplýsingar víðari. Hetta verður bara gjørt, um tað er neyðugt fyri at loysa eina uppgávu, og um tað er lógligt. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, aðrar kommunur, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.

Í summum førum mugu vit, sambært fyrisitingarlógini ella lóg um alment innlit, víðarilata upplýsingar um teg.

Eisini nýta vit í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla (hýsing) av persóndátum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

Tórshavnar kommuna ger dátuviðgerðaravtalur við veitarar, sum goyma dátur fyri kommununa. Avtalurnar skulu tryggja, at varðveitsla og viðgerð av dátum bert fer fram sambært boðum frá kommununi, og at tey lúka hóskandi og somu trygdarkrøv, sum tá Tórshavnar kommuna goymir og viðger dátur. Er dátuviðgerðaravtala ikki neyðug, verður trúnaðaravtala gjørd við ráðgevar ella viðkomandi tænastuveitarar.

Flyta tit mínar upplýsingar til triðjalond?

Sum útgangsstøði nýtir Tórshavnar kommunu ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum.

Flyta vit tínar upplýsingar útum ES/EBS, fara vit altíð at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum. Hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

Hvussu leingi goyma tit mínar upplýsingar?

Flestu upplýsingar, ið kommunan hevur, skulu goymast fyri, at vit kunnu skjalfesta okkara málsviðgerð. Hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar veldst um, hvussu leingi vit hava tørv á teimum til at røkja okkara myndugleikauppgávur.

Vanliga verða tínar persónupplýsingar goymdar líka so leingi sum málið, tær eru partur av. Tá ið vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til varðveitslu/striking av tínum upplýsingum. Treytað av skjalasavnslógini skulu upplýsingarnar, sum eru mettar at vera savnindi, flytast Tjóðskjalasavninum.

Er talan ikki um savnindi, kann strikingarfreistin vera longri ella styttri:

  • Longri strikingarfreist kann vera lógarkrav, um tað er neyðugt fyri at loysa myndugleikauppgávuna
  • Styttri strikingarfreist kann vera í sambandi við t.d. vakmyndatól, har upplýsingar skulu strikast í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkuna sambært galdandi lóggávu fyri vakmyndatól
Hvussu goyma tit upplýsingar?

Í Tórshavnar kommunu menna vit áhaldandi, hvussu vit á besta hátt tryggja, at tínar upplýsingar eru goymdar trygt. Eru upplýsingarnar elektroniskar, verða tær goymdar í tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar vit sjálvi savna inn, og fyri upplýsingar, vit fáa frá tær í sambandi við eitt mál.

Á deildum, har málsviðgerðin ikki er elektronisk, tryggja vit, at deildirnar hava møguleika fyri at steingja upplýsingarnar inni og hava eina trygga mannagongd, soleiðis at bara viðkomandi starvsfólk hava atgongd til upplýsingarnar.

Tú hevur sambært dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Les meira um tíni rættindi niðanfyri.

Tíni rættindi, tá vit viðgera tínar dátur
Rætt til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar kommunan goymir og viðger um teg.

Fyri at vit á besta hátt kunna viðgera tína umbøn, heita vit á teg, í samband við eina umbøn, at greiða okkum frá, hvat øki í kommununi tú hevur havt samband við, t.d. heimahjálp, dagstovnur, skúli, kvøldskúli, tekniska økið v.m. So er lættari hjá okkum at finna upplýsingarnar fram. Tú kanst nýta yvirlitið í persónupplýsingarpolitikkinum (s.4) yvir fyrisitingina til vegleiðing.

Persónupplýsingarpolitikkur fyri borgarar (Privatlívspolitikkur)

Rætt til at afturkalla eitt samtykki

Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, ávirkar tað ikki viðgerðina, sum er farin fram, grundað á samtykki, men framatrættað steðga vit viðgerðini av tínum persónupplýsingum, sum varð grundað á samtykki.

Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Rætt til rætting

Tú hevur rætt til at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi soleiðis, at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætt til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg, áðrenn ásetta, vanliga strikingin fer fram. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur kommununi rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rætt til viðgerðaravmarking (steingjan) av upplýsingum

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Td. um upplýsingarnar eru rangar, villleiðandi ella viðgjørdar móti log ella ásetingum, heimilaðum í lóg, inntil upplýsingarnar aftur eru fingnar í rætt lag. Sí eisini niðanfyri um rætt til mótmæli.

Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar persónupplýsingar í serligum førum. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir bert viðgera tínar upplýsingar, undantikið varðveitslu, við samtykki, ella við tí endamálið, at rættarkrav kann fastleggjast, gerast galdandi ella verjast, ella fyri at verja ein persón ella taka atlit til umráðandi samfelagsáhugamál.

Rætt til rætting, striking ella viðgerðaravmarking (steingjan) av upplýsingum, sum eru latnar víðari

Í summum førum letur kommunan persóndátur víðari. Nýtir tú sum skrásett tín rætt til at biðja um rætting, striking ella steingjan av upplýsingum, skal Tórshavnar kommuna geva øllum móttakarum, sum persónupplýsingarnar eru latnar víðari til, boð um allar rættingar, strikingar ella viðgerðaravmarkingar sambært § 30 í dátuverndarlógini um fráboðanarskyldu dátuábyrgdarans. Undantak kann verða gjørt, um hetta vísir seg at verða ógjørligt ella órímiliga torført.

Rætt til mótmæli

Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Kann eg kæra?

Tú hevur altíð møguleika at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú finnur sambandsupplýsingarnar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.

Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum (dat.fo)

Leinki

Á heimasíðuni hjá føroyska dátueftirlitinum finnur tú fleiri upplýsingar um dátutrygd, verju av persónsupplýsingum og um tíni rættindi.

Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum (dat.fo)

Bakgrundskunning

Persónupplýsingarpolitikkur fyri borgarar

Persónupplýsingarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu varð samtyktur í Tórshavnar býráði 26. november 2020 og er seinast tillagaður 15. desember 2022.

Persónupplýsingarpolitikkur fyri borgarar (Privatlívspolitikkur)


Dátuverndarlógin

Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 og kom tá í staðin fyri persónsupplýsingarlógina. Dátuverndarlógina finnur tú her:

Dátuverndarlógin (logir.fo)

Dátueftirlitið

Dátueftirlitið umsitur Dátuverndarlógina. Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum finnur tú millum annað samanberingar av dátuverndarlógini og ES-fyriskipanini um dátuvernd (GDPR). Tú finnur eisini slóðir til viðmerkingar til nýggju lóggávuna umframt annað lógarverk og kunning.

Dátueftirlitið (dat.fo)


Skjalasavnslógin

Skjalasavnslógina og kunngerðina um almenn savnindi finnur tú her:

Lógin um skjalasøvn (logir.fo)

Kunngerðin um almenn savnindi (logir.fo)

Dátuvernd (DPO)
Dátuvernd (DPO)

Vaglið, 100 Tórshavn

DPO@torshavn.fo 
Tel. 30 20 10

Telefontíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15