Byggimálsdeildin er í høvuðsheitum ein myndugleikadeild, sum hevur ábyrgdina av at viðgera og avgreiða allar umsóknir um byggiloyvi og nýtsluloyvi í kommununi. Vit hava eisini byggieftirlitið um hendi, ið skal tryggja, at bygging ikki fer fram uttan loyvi.
Vit viðgera allar umsóknir um útstykkingar og útskriva útstykkingarloyvi. Harafturat umsita vit kommunala partin av matrikkuleringum. Vit tryggja, at øll mál verða avgreidd samsvarandi galdandi lógum og ásetingum, og at mál verða avgreidd fyrisitingarliga rætt og eftir teimum nevndarsamtyktum, sum verða gjørdar.
Deildin veitir ráðgeving innanhýsis í kommununi og uttanhýsis til borgarar, virkir og onnur.
Byggimálsdeildin
Virkisøki
Virkisøkið hjá Byggimálsdeildini er:
byggimálsviðgerð
brunamál
byggieftirlit
bygningssýn og byggiváttanir
útstykkingar
matrikkulmál
ráðgeving innan- og uttanhýsis
Skipan av deildini
Byggimálsdeildin er ein partur av teknisku fyrisitingini og er skipað í trimum toymum. Toymini eru hesi:
Toymið byggimál
Toymið útstykkingar
Toymið matrikkulmál
Deildin er mannað við 10 starvsfólkum, harav einum deildarleiðara og fakfólki innan tey ymisku økini.