Kort yvir kommununa
Her sært tú eitt yvirlit yvir mest brúktu kortini á heimasíðuni. Her sært tú eisini høvuðskortið hjá Tórshavnar kommunu.
Á kortinum niðanfyri sært tú allar leiðirnar og steðgiplássini hjá Bussleiðini. Vel leið høgrumegin á kortinum.
Kort vísir almennu og serstøku byggisamtyktir hjá Tórshavnar kommunu. Eisini ber til at síggja øki, sum eru undir viðgerð. Tað ber til at klikkja á øki á kortinum fyri at síggja fleiri upplýsingar um samtyktina.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvørji veg- og grevstrararbeiði eru í gongd í kommununi. Tú sært eisini, tá ið ferðsluavmarkingar eru.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar parkeringsplássini í kommununi eru. Trýstir tú á parkeringsøkini, so sært tú, hvørjar tíðaravmarkingarnar eru á staðnum.
Við at trýsta á leinkið niðanfyri kanst tú velja kirkjugarðin í høgra bredda og skriva navnið á viðkomandi persóni, sum tú leitar eftir.
Her kanst tú síggja kringsýnismyndir av ymiskum økjum og landsløgum í Tórshavnar kommunu.
Á kortinum niðanfyri sært tú, nær vit tøma tín ruskposa. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum og trýst á frámerkta økið, so sært tú, hvønn dag vit tøma posan. Her sært tú eisini nummarið á ruskbilinum, sum hevur ábyrgdina av innsavningini í tínum øki.
Á kortinum niðanfyri sært tú ymisk staðarnøvn í kommununi. Gev tó gætur, at skrásetingin av staðarnøvnum er ikki liðug enn.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu tín matrikkul er avmarkaður. Skriva tín matrikkul ella bústað í leititeigin á kortinum.
Tá ið drekkivatnið er dálkað í kommununi, sært tú á kortinum niðanfyri, hvar dálkingin er. Tú sært eisini, tá ið vatnið er reint aftur í seinast dálkaða økinum.
Ivast tú í, hvar endurnýtsluplássini og bingjuplássini eru í kommununi, finnur tú tey á hesum kortinum:
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar dagstovnarnir eru í kommununi. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin fyri at finna nærindis dagstovnar.
Trýst á einstaka dagstovnin og síðan á leinkið »Heimasíða«, so kanst tú lesa meira um stovnin.
Ert tú tilflytari og hevur tú børn, sum ganga í skúla, kanst tú leita eftir skúlunum í Tórshavnar kommunu á kortinum niðanfyri.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar røktarheimini og eldrasambýlini í kommununi eru.
Røktarheim eru víst við bláum og eldrasambýli við reyðum frámerki. Tey røktarheim og eldrasambýli, sum eisini bjóða búpláss til borgarar við demenssjúku, eru frámerkt við »D«.
Á kortinum niðanfyri sært tú yvirlit yvir allar ítróttahallirnar og fimleikahallirnar í kommununi:
Á kortinum niðanfyri sært tú skíðleiðirnar á Sornfellinum. Tú sært eisini, hvar skíðalyftan er.