Býráðslimir síðan 1909
Tórshavnar kommuna gjørdist fólkavald kommuna í 1909. Í sambandi við at 100 ár vórðu liðin í 2009, síðan fyrsta býráðsstýrið tók við, gav Tórshavnar kommuna út eitt rit við yvirliti yvir allar býráðslimir tær 26 býráðsseturnar síðan 1909.
Í yvirlitinum sæst eisini ein talva, sum vísir tað áramál, býráðslimir hava sitið í býráðnum, og harafturat er eitt yvirlit yvir borgarstjórarnar síðan 1909.
Viggo Christiansen gjørdi yvirlitið, og Birgar Johannesen leitaði fram søguligu myndirnar av býráðslimunum.