Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 31. august 2024
Samarittarnir hjá Reyða Krossi 25 ár á baki

Samarittarnir hjá Reyða Krossi hátíðarhildu í gjár, at tey hava verið virkin í føroyska samfelagnum til alskyns tiltøk í 25 ár. Borgarstjórin bar samarittunum eina heilsan á degnum. 

Tíðindi - 30. august 2024
Fráfaringarløta í Tórshavnar havn

Fyrrapartin var hugnaløta hjá Tórshavnar havn í samband við, at John Ove Hansen fer frá fyri aldur.

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Tórshavnar havn hevur ment seg nógv síðani 1977, tá John Ove byrjaði í starvinum.

Tíðindi - 29. august 2024
Ísraelski varasendiharrin á vitjan

Ísraelski varasendiharrin í Danmark, Jonathan Lebel, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum.

Fyrrapartin vitjaði hann Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 28. august 2024
Hýruvognsloyvi knýtt at Auto leyst at søkja

Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er mikudagin 11. september 2024 klokkan 12.

Tíðindi - 28. august 2024
Starvsdagur í Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Seinnapartin í gjár var hátíðarløta í Frítíðarskúlanum í Hoyvík í samband við, at Kristina Vesturklett hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 35 ár.

Tíðindi - 27. august 2024
100 ára føðingardagur fyri Turid Reynheim

Í dag var hátíðarhald á Boðanesheiminum, tí Turid Reynheim fyllir 100 ár.

Tíðindi - 26. august 2024
Ferðsluavmarkingar í Jóannesar Paturssonar gøtu 28. og 29. august

Mikukvøldið 28. august og hósnáttina 29. august arbeiða vit í Jóannesar Paturssonar gøtu frá Dalavegnum til Torfinsgøtu. Arbeiðið 28. august hevur við sær, at ferðslan verður tarnað frá klokkan 20 til arbeiðið er liðugt. Hósnáttina 29. august asfaltera vit, og tí er alt strekkið stongt frá klokkan 23.59 til fríggjarmorgunin 30. august klokkan 6.

Tíðindi - 26. august 2024
Ferðsluavmarkingar á Grønlandsvegnum 27. og 28. august

Týskvøldið 27. august og mikunáttina 28. august arbeiða vit á Grønlandsvegnum frá Jóannesar Paturssonar gøtu til Svalbardsvegin. Arbeiðið 27. august hevur við sær, at ferðslan verður tarnað frá klokkan 20 til arbeiðið er liðugt. Mikunáttina 28. august asfaltera vit, og tí er alt strekkið stongt frá klokkan 23.59 til hósmorgunin 29. august klokkan 6.

Tíðindi - 23. august 2024
Gera klárt at seta standmynd upp

Í dag verður farið undir arbeiðið at gera klárt at seta standmyndina av Andreu Árting upp í Steinatúni.

Trø og vøkstur, ið verða tikin upp í hesum sambandi verða sett niður aðrastaðni í Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 22. august 2024
Partur av Hoyvíksvegnum stongdur 23. august í sambandi við arbeiði

Vit steingja Hoyvíksvegin frá A.C. Evensens gøtu til Gripsvegin fríggjadagin 23. august 2024 frá klokkan 9 til 10 í sambandi við vegarbeiði.