Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Samarittarnir hjá Reyða Krossi hátíðarhildu í gjár, at tey hava verið virkin í føroyska samfelagnum til alskyns tiltøk í 25 ár. Borgarstjórin bar samarittunum eina heilsan á degnum.
Fyrrapartin var hugnaløta hjá Tórshavnar havn í samband við, at John Ove Hansen fer frá fyri aldur.
Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Tórshavnar havn hevur ment seg nógv síðani 1977, tá John Ove byrjaði í starvinum.
Ísraelski varasendiharrin í Danmark, Jonathan Lebel, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum.
Fyrrapartin vitjaði hann Tórshavnar kommunu.
Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er mikudagin 11. september 2024 klokkan 12.
Seinnapartin í gjár var hátíðarløta í Frítíðarskúlanum í Hoyvík í samband við, at Kristina Vesturklett hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 35 ár.
Í dag var hátíðarhald á Boðanesheiminum, tí Turid Reynheim fyllir 100 ár.
Mikukvøldið 28. august og hósnáttina 29. august arbeiða vit í Jóannesar Paturssonar gøtu frá Dalavegnum til Torfinsgøtu. Arbeiðið 28. august hevur við sær, at ferðslan verður tarnað frá klokkan 20 til arbeiðið er liðugt. Hósnáttina 29. august asfaltera vit, og tí er alt strekkið stongt frá klokkan 23.59 til fríggjarmorgunin 30. august klokkan 6.
Týskvøldið 27. august og mikunáttina 28. august arbeiða vit á Grønlandsvegnum frá Jóannesar Paturssonar gøtu til Svalbardsvegin. Arbeiðið 27. august hevur við sær, at ferðslan verður tarnað frá klokkan 20 til arbeiðið er liðugt. Mikunáttina 28. august asfaltera vit, og tí er alt strekkið stongt frá klokkan 23.59 til hósmorgunin 29. august klokkan 6.