Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Seinnapartin varð nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2024 - 2028 lagdur fram á almennum tiltaki.
Í vinnupolitikkinum eru m.a. sjey átøk, ið mælt verður til at seta í verk.
Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið sunnudagin 19. mai klokkan 15 til 17 í sambandi við Israels-stuðulstiltak.
Móttøka var í gjár fyri kvinnunum hjá Kyndli og monnunum hjá H71, ið eru vorðin Føroyameistarar í hondbólti.
Í morgin verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 - 2028 lagdur fram á Reinsarínum í Tórsgøtu.
Tiltakið er alment og er frá klokkan 14 til klokkan 15.
Í gjárkvøldið hevði Firum (fyrrverandi Fiskaaling) móttøku í sambandi við ráðstevnu hjá donsku, grønlendsku og føroysku nevndini í sambandi við tað, tey kalla “FN’s tiår for havet”.
Hátíðarhald var í gjár í Býlingshúsinum Inni á Gøtu.
25 ár eru liðin, síðani Býlingshúsið varð tikið í Nýtslu. Eisini varð hátíðarhildið, at tvey starvsfólk hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í 25 og 30 ár.
Arbeiðið á Tinghúsvegnum er liðugt og fyribils broytingin av ferðsluni í Niels Finsens gøtu sett úr gildi. Í Niels Finsens gøtu er ferðslan sostatt omaneftir aftur av Káta Horninum til Mylnugøtu.
Verkfall hevur við sær, at eingin busskoyring er í løtuni. Hetta er galdandi, til støðan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum broytist.