Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Nýtt tún verður nú gjørt uttanfyri Svimjihøllina í Gundadali.
Verðandi tún, sum varð gjørt í 1982, tá Svimjihøllin varð bygd, er illa farið.
Sáttmálin varð í dag undirritaður við felagið Múrskeiðina um at gera arbeiðið.
Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, ið skrivaðu undir sáttmálan.
Niels Finsens gøta er stongd frá Steinatúni til Kongagøtu mikumorgunin 3. juli frá klokkan 6 til klokkan 8 í sambandi við eitt arbeiði.
Nú seinnapartin kl. 15 var reisigildi fyri Høllini við Tjarnir. Arbeiðið hevur gingið sera væl og í dag varð seinasta sperran sett uppá pláss.
Asfaltarbeiðið, ið skuldi gerast á Traðargøtu og Støðlagøtu á Argjum í dag, er útsett til í annaðkvøld, leygarkvøldið 29.juni klokkan 22.
Í kvøld hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólki hjá Team Rynkeby. Tey fara av landinum í kvøld og fara at súkkla til París.
Í sambandi við asfaltering av Traðargøtu á Argjum fríggjadagin 28. juni, verður leið 1 umløgd, meðan arbeiðið fer fram. Frá kl. 8 til 16 koyrir leið 1 ikki eftir Argjavegnum, Rossagøtu og Traðargøtu. Koyrt verður í staðin eftir Velbastaðvegnum, eftir nýggju brúnni og víðari eftir ferðaætlanini niðan á Hamarin.
Støðlagøta og Traðargøta á Argjum verða stongdar fríggjadagin 28. juni frá klokkan 7 til 17. Hetta er í sambandi við asfaltarbeiði.
Hósdagin 27. juni taka vit vatnið í Handan Á í Havn frá klokkan 10-12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Vit mæla íbúgvum í økinum til at lata vatnið renna eina løtu, tá ið vatnið er komið aftur.