Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 25. juli 2024
Vegir stongdir 26.-27. juli í sambandi við Tórsfest

Fleiri vegir verða stongdir frá fríggjamorgunin 26. juli klokkan 9 til leygardagin 27. juli klokkan 12 í sambandi við Tórsfest 2024.

Tíðindi - 25. juli 2024
Vegir stongdir í sambandi við fyrireiking av Tórsfest

Fleiri vegir í miðbýnum eru stongdir frá hósmorgni 25. juli klokkan 9 til fríggjamorgunin 26. juli klokkan 9 í sambandi við fyrireiking av Tórsfest.

Tíðindi - 23. juli 2024
Kongaminnið, býarmynd í nýggjum hami

Nú seinnapartin var lítil samkoma uppi við Kongaminnið fyri teimum, sum hava umvælt bæði umhvørvið og sjálvt Kongaminnið.

Tíðindi - 23. juli 2024
Ferðsluavmarkingar í sambandi við arbeiði á Hvítanesvegnum 24.-25. juli

Í sambandi við arbeiði á Hvítanesvegnum verður eingin ferðsla loyvd úr Skraddaragøtu til Mannbrekku frá mikukvøldinum 24. juli kl. 24 til hósmorgunin 25. apríl kl. 6.

Tíðindi - 23. juli 2024
Atkomuviðurskifti fyribils broytt framman fyri svimjihøllina

Mikudagin 24. juli 2024 byrja vit at umvæla túnið framman fyri svimjihøllina í Gundadali. Vit heita í hesum sambandi vitjandi á vinarliga at fylgja bláu linjuni framvið grótgarðinum við parkeringsøkið fyri síðan at ganga beint oman til høvuðsinngongdina.

Rørslutarnaði kunnu brúka tey bæði vestaru parkeringsplássini. Fólk, sum seta rørslutarnaði av, kunnu annars koma inn á arbeiðsøkið til av-og ásetan.

Tíðindi - 22. juli 2024
Ferðsluavmarkingar í J. Paturssonar gøtu í kvøld og í nátt

Í sambandi við grevstur fyri vatnleiðing í J. Paturssonar gøtu, verður eingin ferðsla loyvd frá Torfinsgøtu til Fríðriks Petersens gøtu frá mánakvøldinum 22. juli 2024 kl. 19 til týsmorgunin 23. juli 2024 kl. 6. Bussleiðin koyrir sum vanligt.

Tíðindi - 22. juli 2024
Pole J. Hansen nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg

Pole tekur við starvinum frá 1. august at rokna. Pole er 59 ára gamal, er ættaður av Strondum og býr í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar útbúgvingar og royndir, hann er skipsførari, maskinsmiður, instruktørur í fyrstuhjálp, innsatsleiðari og hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum seinnu árini.

Tíðindi - 22. juli 2024
Asfaltarbeiðið við vegamótið Dalavegur/J. Paturssonar gøta

Í sambandi við asfalteringsarbeiði, verður vegamótið við Dalavegin/J. Paturssonar gøtu stongt í kvøld mánakvøldið 22. juli frá kl. 24.00 til 2.00 fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Ikki er koyrandi frá J. Paturssonar gøtu niðan eftir Dalavegnum.

Tíðindi - 19. juli 2024
Leisturin fyri gjald, tá ítróttarhallir verða leigaðar, verður broyttur

Gjaldsleisturin fyri at leiga ítróttarhallir í Tórshavnar kommunu verður broyttur 1. august 2024.

Higartil er rokning send eftir at fólk hava leigað høllina.

Frá  1. august 2024 verður hesin gjaldsleisturin broyttur til at goldið verður beinanvegin.

Tíðindi - 18. juli 2024
R.C. Effersøes gøta stongd í kvøld í sambandi við grevstur

R. C. Effersøes gøta er stongd frá Tjaldursvegnum til Húsagøtu frá í kvøld klokkan 18.30 til í morgin árini, fríggjarmorgunin 19. juli, klokkan 6 í sambandi við grevstri fyri kloakkrørum tvørturum vegin.  Bussleiðir eru umlagdar meðan arbeiðið fer fram: Leið 1, 2, 3 og 5 koyra eftir Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum og R. C. Effersøes gøtu og síðan víðari eftir ferðaætlanini.