Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Vælkomin til skrúðgongur, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku. Í dag seta vit hol á ólavsøkuna við árligu Pride-skrúðgonguni, upphiting á kampingøkinum, ólavsøkurenning, kabarett og ferniseringum.
Tú sært alla ólavsøkuskránna í tiltakskalendaranum Tímin, sum bæði finst á føroyskum og enskum. Skráin fæst eisini í prentaðum líki í handlunum og í kunningarstovuni í Steinatúni. Gev tó gætur, at fleiri broytingar eru gjørdar, síðan skráin varð prentað og borin út í handlarnar.
Fleiri vegir verða stongdir frá fríggjamorgunin 26. juli klokkan 9 til leygardagin 27. juli klokkan 12 í sambandi við Tórsfest 2024.
Fleiri vegir í miðbýnum eru stongdir frá hósmorgni 25. juli klokkan 9 til fríggjamorgunin 26. juli klokkan 9 í sambandi við fyrireiking av Tórsfest.
Nú seinnapartin var lítil samkoma uppi við Kongaminnið fyri teimum, sum hava umvælt bæði umhvørvið og sjálvt Kongaminnið.
Í sambandi við arbeiði á Hvítanesvegnum verður eingin ferðsla loyvd úr Skraddaragøtu til Mannbrekku frá mikukvøldinum 24. juli kl. 24 til hósmorgunin 25. apríl kl. 6.
Mikudagin 24. juli 2024 byrja vit at umvæla túnið framman fyri svimjihøllina í Gundadali. Vit heita í hesum sambandi vitjandi á vinarliga at fylgja bláu linjuni framvið grótgarðinum við parkeringsøkið fyri síðan at ganga beint oman til høvuðsinngongdina.
Rørslutarnaði kunnu brúka tey bæði vestaru parkeringsplássini. Fólk, sum seta rørslutarnaði av, kunnu annars koma inn á arbeiðsøkið til av-og ásetan.
Í sambandi við grevstur fyri vatnleiðing í J. Paturssonar gøtu, verður eingin ferðsla loyvd frá Torfinsgøtu til Fríðriks Petersens gøtu frá mánakvøldinum 22. juli 2024 kl. 19 til týsmorgunin 23. juli 2024 kl. 6. Bussleiðin koyrir sum vanligt.
Pole tekur við starvinum frá 1. august at rokna. Pole er 59 ára gamal, er ættaður av Strondum og býr í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar útbúgvingar og royndir, hann er skipsførari, maskinsmiður, instruktørur í fyrstuhjálp, innsatsleiðari og hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum seinnu árini.
Í sambandi við asfalteringsarbeiði, verður vegamótið við Dalavegin/J. Paturssonar gøtu stongt í kvøld mánakvøldið 22. juli frá kl. 24.00 til 2.00 fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Ikki er koyrandi frá J. Paturssonar gøtu niðan eftir Dalavegnum.
Gjaldsleisturin fyri at leiga ítróttarhallir í Tórshavnar kommunu verður broyttur 1. august 2024.
Higartil er rokning send eftir at fólk hava leigað høllina.
Frá 1. august 2024 verður hesin gjaldsleisturin broyttur til at goldið verður beinanvegin.