Tíðindi - 01. mai 2024
Vegir stongdir í miðbýnum 3.-4. mai í sambandi við tiltøk
Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum í sambandi við tiltøkini »Ein dagur á Grynnuni« og »Plantið eitt træ« í vikuskiftinum.
Talan er um hesar vegir og klokkutíðir:
- Fríggjadagin 3. mai kl. 12 fram til leygardagin 4. mai kl. 19 er Tórsgøta stongd frá Mariu Poulsen oman til Vágsbotn
- Fríggjadagin 3. mai kl. 16 fram til leygardagin 4. mai kl. 14 er parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið stongt
- Leygardagin 4. mai kl. 8 fram til kl. 19 eru Mylnugøta, Undir Bryggjubakka og Vágsbotnur yvir til Bøgøtu stongdar
- Leygardagin 4. mai kl. 8 fram til kl. 14 er Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið